Tað finst ein máttur, ið er sterkari enn vanlig styrki. Tað er ein friður, ið ber av øllum viti. Tað er ein kraft, sum vellir fram, so at sum dagurin tín er, skal styrki tín verða.
Orðið um Guðs heilaga anda varpar eitt ævinleikans ljós inn yvir jarðarlívið. Andin er bindilið ímillum Guðs ríki, himmalin, hin sólljósa staðin. Tað er andi Guðs, ið ger tað møguligt, at vit í trúnni á Jesus Krist bera himmiríkið innan í okkum sjálvum.
Guðs ríki, hesin fullkomni staðurin. Hvør undurfull er ikki talan um himmalin, dýrdina og friðin. Vakurleikin heima í himlinum verður undursamur at síggja. Tá ið hin troytti vallarin kemur til portrið inn í hitt nýggja Jerúsalem, tað verður ein stórbær løta.
Skriftin lýsir himmalin frágera vakran. Múrurin rundan um staðin er jaspis. Staðurin sjálvur reint gull líknandi skærum glari. Grundarsteinarnir í staðarmúrinum eru prýddir við alskyns gimsteinum t.d. jaspis, safir, sardis, topas og ametýst.
Í tí heilaga staðnum, æviga bústaði teirra, ið tváað hava klæði síni rein í lambsins dýrabara blóði. Í hinum heilaga staðnum er einki tempul, tí Harrin Guð hin alvaldi er tempul hansara.
O, dýrabara undursama land, at Harrin Drottin og frelsarin Jesus fylla hin heilaga staðin. Hvør verður tað ikki stórt at koma heim í hin sólljósa staðin. Har verður eingin hugtungur, eingir skuggar fyri sól, ikki tyngjandi gráir mjørkaflókar.
Hin heilagi staðurin er fullkomin, og einki óreint eigur innivist í himlinum. Har valdar trivnaður, gleði og friður. Fólkasløgini skulu ganga í ljósi, lambsins ljósi. Og portur staðarins verða ongantíð latin aftur um dagin, tí at nátt skal ikki verða har.
Og ikki at gloyma ánna við lívsins vatni, skínandi sum krystal. Hon rennur frá hásæti Guðs og lambsins. Mitt á gøtuni í staðnum heilaga og hvørjum megin ánna er lívsins træ, sum tólv ferðir um árið og hvønn mánað ber ávøkst sín.
At koma heim og síggja ásjón frelsarans. At síggja Jesus andlit til andlits. Himmalin, har eingin grætur, eingin sorg, eingin deyði. Himmalin, har alt er gott, unniligt og friðfult. Himmalin, at sita til borðs saman við Jesusi og syngja sálmar saman við óteljandi stórum skara.
Og so einglarnir, tey himmalsku sendiboðini á jørðini. Einglarnir, sum bóru boð millum himmalin og jørðina. Einglarnir, sum ansaðu eftir á jørðini, tá ið pápin og mamman løgdu børn síni í Harrans hendur. Hesi himmalsku sendiboðini fara at syngja saman við okkum sang lambsins.
Guð sjálvur hugsaði frelsu og bjarging. “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. (Jóhannes 3,16).
Jesus var faðiri sínum líðin og framdi faðirsins kærleika í verki. Fullkomin, undurfullur, náðiríkur. Hann var húðflongdur, krossfestur og jarðaður. Hann hevur goldið synd heimsins.
Hugsa vit um Guðs náði í Jesusi Kristi, so er tað ikki undranarvert, at í himlinum er Jesus miðdepilin. Jesus sum frelsari okkara. Vit fáa lut í einum ófølnandi sigurskransi. Vit verða krýnd og fáa himinsins krúnu. Vit, sum mega doyggja.
Himmiríkið er ikki einans ein fjarur staður einastaðni langt burturi, sum verður viðkomandi við lívslok. Himmiríkið nemur jørðina og ger lívið ríkari at liva, hóast vit fáa avbjóðingar á vegnum.
Eg vildi duga at sagt frá, hvussu vælsignað Guðs ríki er! Vildi duga at mála tað so væl, at øll kundu sæð tess dýrd og sælu. Vildi duga at lýst Jesus so vælsignaðan, at menniskju við mínum vitnisburði ikki einans eru áskoðarar, men sjálv ganga inn í ríkið.
Hesin veruleikin, at vit í trúnni á Jesus Krist eiga himmiríkið innan í okkum sjálvum. Hesin veruleikin sigur frá tí styrki, tey ognast, sum fyrst av øllum søkja Guðs ríki, sum lata alla tráan koma fram fyri faðir ljósanna í ákallan og bøn við tøkk.
Í trúnni á Jesus uppliva vit sannleikan í Guðs orði. Undurfullur er trúarinnar veruleiki, at deyðans dimmi ikki er endin á øllum góðum. Himmalin er land teirra livandi.
Prísaður verði tú Jesus Krist, at tú vanst okkum ævigt lív í ríki faðirs tíns. At tað í himlinum er talan um lív, trivnað og vælveru. At vit síggja tey aftur, ið undan eru farin inn í dýrdina.
Himmalin er mær lívsins evsta mál. Dýrabar og týdningarmikil mál eru á leiðini, – tað at vera nakað fyri medmenniskjað, gagna lívinum og veita teimum atsøktu linna. Amen.
Orðið: ”Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir. Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum.” (Matteus 5,11-12).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo