Vøkur og kær minni vitja, nú minningardagur teirra sjólátnu nærkast. Minnini um tey, ið fórust í yrki á sjónum ella sjólótust. Minnini um tey, ið á annan hátt fórust í sigling á havinum ella fórust við heimligar strendur.
Vøkur minni um unnilig menniskju í yrki og frítíð. Onkran teirra untist mær at sigla saman við í mínum ungu døgum. Tey gjørdu lívið hjá skipsfeløgunum ríkari. Tað er eitt ríkidømi at hava kent hesi fólkini og ta mentan, ið er millum sjófólkið.
Talan var um lívsvísdóm á sama støði við ta vitan, ið er kend frá lærdum háskúla. Ítøkiligi munurin var arbeiðið og áherðslan á tað, ið var fakliga viðkomandi fyri sjólívið. Ein vitan, ið eg frá barnsbeini havi hámett og onkuntíð hildið, at vit á landi undirmettu.
Vakurleikin var undursamur, tá ið havið speglaði sólina í hennara undurføgru gyltu litum. Tað var undurfagurt, tá ið sólin setti í vestri ella reis í eystri. Tað var hugtakandi at eygleiða samanspælið millum skipið og ta tungu alduna í blíðum summarveðri. Havið kann vera tað vakrasta vakra.
Vakurleikin kundi skifta andlit og gerast ein ræðandi hóttan móti skipi og manning. Tá aldurnar brutu við somu hædd sum tey høgu húsini. Tá sjógvurin sum eirindaleyst óløgi skolaði inn yvir skipið, ið varð kastað higar og hagar.
Vakurleikin kundi eisini gerast ísakaldur, tá ið sjógvurin frysti fastur omandeks og setti seg sum blokkar av ísi um spøl og mastrartrø. Tað vóru løtur og dagar, tá ið tað var lívið um at gera, at manningin skiftist um at høgga ís bæði dag og nátt.
Óttin vaks í styrki, so hvørt manningin møddist av áhaldandi arbeiði. Skipið lá tungt í sjónum av ísi, ið órógvaði stabilitetin og gjørdi siglingina vandamikla. Ýlandi ódn og bítandi kuldi í 35-40 kuldastigum.
Hvør løta var ein kampur um at yvirliva, tí so hvørt eitt petti av ísi var høgt av og endaði á sjónum, vuksu aðrir blokkar av ísi aðrastaðni á skipinum.
Jú, vandasigling er eitt kent hugtak millum tað siglandi fólkið, tí menniskjan ræður ikki yvir veðri og vindi. Tað hendir stundum, at tað fongríka havið krevur viðurlag fyri sínar gávur og sítt ríkidømi.
Druknað, farin á sjónum ella sjólátin. Tað eru máliskur, ið eru væl kendar millum føroyingar. Vit eru ein siglandi tjóð. Orðafellið sigur, at føroyingurin er føddur við ár í hendi.
At vit missa fólk í sínum yrki á sjónum varpar ljós á tað álvarsemið, ið er tengt at sjólívinum. Hóast skipini eru vorðin betri, og tøknilig framstig gera sjólívið tryggari, hendir vanlukkan uttan fráboðan.
Brádliga fórst skipið við allari manningini. Aðrar tíðir fórst skipið, og manningin ella partar av manningini vórðu bjargað.
Vanlukkur og lívlát eru eyðvitað eisini á landjørðini og í ferðsluni loftvegis. Deyðin er svárur, viðhvørt meiningsleysur og óskiljandi. Vanlukkur á sjógvi, landi og í luftini taka beinini undan okkum. Vit missa fótafestið eina tíð og í longri tíð.
Sorg er ikki eina støða ella eitt tíðarskeið í lívinum, ið vit skulu hava frá hondini skjótast gjørligt. Sorg er heimleysur kærleiki. Tess vegna er sorgin meira enn eitt dapurt tíðarskeið í lívinum. Sorgin er tilverunnar kor.
Sorgin er ein sera viðkvom og skakandi tíð. Við vanlukku og andlát missa vit burturav okkara dýrastu ogn. Vit missa tey, ið vit elskað.
Tey, ið vit mistu, koma ikki aftur, og tó liva tey í hjørtum várum og saman við okkum alt lívið. Tey eru ein partur av okkum og eru við til at skapa okkara samleika og framtíð. Minnini um tey, ið vit mistu, eru runnin saman við okkum. Góð minni eru unnilig og sæl.
Tað er møguleiki okkara, ið sita eftir, at vit geva sorgini innivist og taka hana við okkum á leiðini frameftir. Sorg er onkursvegna kærleiki, ið vit kunnu lívga og menna við at minnast tey deyðu merkisdagar og við serlig minningarhald. Vit syrgja, tí vit elska og hava elskað. Kærleikin skapar ella føðir sorgina.
Sorgin skal takast í álvara. Vit mega geva okkum stundir at vera í sorgini og ikki prædika hana burtur. Tó, inn í sorgina og inn í umstøður menniskjans bera vit orðið um Jesus Krist. Tann himmalska vónin hevur virðing fyri jørðini og teimum korum, ið menniskju stríðast undir t.d. í sorgini.
Hin kristna vónin er borin av uppreisn Jesu Krists. Soleiðis sæð syrgir kristnin ikki sum tey, ið onga vón eiga. Vit fáa í trúnni á Jesus lut í himmiríkisins sælu. Tað ger góðan mun og allan munin, tí Guðs kærleiki er lívið í lívinum, – eisini tá ið vit doyggja. Amen.
Orðið: “Lyfti eg mær á veingjum morgunroðans, setist eg við hitt ytsta hav, eisini har man hond tín meg leiða, og høgra hond tín mær halda.” (Sálmur 139,9-10).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo