Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað er ein vøkur og hugtakandi sjón at síggja børn og ung í kirkjuni og uppliva, at tey búnast og taka ábyrgd av teirra guðstrúgv.

Kirkjur og samkomur leggja tað besta niður í barnasinnið, hóast orðaval og arbeiðshættir víkja nakað hvør frá øðrum.

Í fólkakirkjuni er lesturin fram ímóti fermingini væl kendur. Í dag verða eisini yngri børn undirvíst í kristni. Smákonfirmantarnir eru væl yngri enn tey, ið fermd verða. Endamálið er at læra tey ungu orðið um Jesus.

Í nýggjari tíð eru nakrar kirkjur farnar at hava sunnudagsskúla í kirkjutíð. Í fleiri kirkjum er eitt gott og virki samstarv við Heimamissiónina, sum hevur áralangar royndir á økinum.

Brøðrasamkoman hevur eisini eitt vælvirkandi barna og ungdómsarbeiði. Vit vita øll um virksemið á Zarepta vesturi í Vágunum. Summarlegurnar hava verið mongum barni og ungdómi til signingar.

Hóast arbeiðini í Guðs ríkis víngarði hava ymisk heiti frá einum staði til annað, er aðalmálið tað sama: At leiða tey ungu inn á vegin, har Jesus er alt í øllum. At lyfta Jesu navn hátt fyri børnum, ungum og vaksnum.

Guð í himlinum, skapari okkara, gav mannaættini eina stóra gávu, tá ið hann sendi son sín til jarðar. Áðrenn Jesu komu til jarðar, var hann heima í himlinum. So høgt elskaði Guð heimin, at hann gav okkum einborna son sín sum vin og frelsara.

Evangeliið um krossin er søgan um Guðs sáttargerð. Hesir báðir plankarnir úti á heygnum Golgata. Har var Jesus hongdur og avrættaður vegna synd heimsins, soleiðis sum vit verða mint á t.d. í føstuni.

Krossurin á Golgata er tekin um, at synd heimsins er strikað. Nú eiga vit ein vin og frelsara, sum hevur strikað allar misgerðir várar. Alt tað, vit menniskju hava gjørt av ringum, er fyrigivið.

So góður er Guð í himlinum, at hann lat son sín doyggja til tess, at vit skuldu fáa loyvi at liva. Og lív er tað veruliga, tí triðja dagin reis Jesus upp av deyða og grøv, og er ein livandi frelsari í okkara nútíð.

Foreldur og avvarðandi geva børnum sínum eina stóra gávu, tá ið børnini á morgni og kvøldi verða løgd í Guðs hendur við bøn og signing. Hetta er ein andalig íløga í nútíðina og framtíðina.

Í hesum og øllum mega vit biðja um Guds vísdóm og hjálp. Tað ræður um at síggja virði í tí góða, heldur enn at meta um, hvør ger rætt, og hvør ger skeivt.

Guds børn mega ikki verða trongskygd, men heldur tosa høviskliga um tað góða, ið systkin okkara í Harranum eiga. Vit skulu vera eitt í Harranum, – ikki eins!

Tað besta vit kunnu gera er at bera hvør annan til frelsaran Jesus. Tað eigur at vera aðalmálið hjá kirkjum og kristnum samkomum.

Vit kunnu lesa orð Jesu um víntræið og greinarnar. “Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.”

Trúarinnar virði er mangan vitnað um og staðfest. Tað størsta ríkidømið, ið eitt menniskja kann ognast, er, tá ið orðið um Jesus verður ein dýrgripur í hjartanum.

Sum kirkja ynskja vit og biðja eftir, at navn frelsarans altíð má verða okkum heilagt, og at Jesus má fáa loyvi at halda í hond okkara fram ígjøgnum lívið.

Tað er friðsælt og tað allar besta hugsast kann, at kenna henda himmalska friðin í sínum hjarta.

Einki ivamál er í míni sál um, at Jesus er lívsins størsta ríkidømi. Hann hevur lovað at vera hjá og við okkum góðar sum ringar dagar.

Eisini, tá ið vit halda, at alt gongur illa í hond og lívið tykist miseydnað. Eisini tá er hann hjástaddur sum besti vinur menniskjans.

Mín inniliga bøn til Guð í himlinum er, at børnini og tey ungu mega fáa eitt gott og vælsignað lív á jørðini. At tey í góðum árum og sum tilkomin mega kenna friðin í trúnni á Jesus.

Søgan sigur, at tá ið listamaðurin Leonardo da Vinci (1452-1519) málaði tann kenda málningin av tí heilagu kvøldmáltíðini, setti hann í tað eina hornið á myndini eitt skip, ið avmyndaði ta kristnu kirkjuna.

Í tríggjar vikur tókst hann við at fáa skipið at samvirka við málningin. Tá fólk komu inn á gólvið, var tað serliga hetta lítla skipið, ið vakti ans millum manna og hevði áhuga.

Tað verður sagt, at tá ið Leonardo da Vinci einaferð var einsamallur í atelierinum, tók hann ein málingarkust og málaði út yvir skipið. Tí sum hann segði: ”Tað er Jesus, ein skal síggja á myndini.”

Gævi at so verður hjá okkum: At tá ið alt annað er kámað burtur, stendur myndin av Jesusi eftir klár og ljóslivandi. Amen.

Orðið: “Og ein og hvør hyggur ikki bert um tað, sum hansara er, men ein og hvør eisini um tað, sum aðrir hava. (Filippibrævið 2,4).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo