Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Máliskan “at hvíla í sær sjálvum” er sigandi. Tá ið útsøgnin verður brúkt, vænta vit, at hann ella hon hevur yvirskot, og at tey eru støðuføst.

Máliskan gevur eina fatan av ró og hvíld, djúpari hugsan og góðum huglagi. Allar fortreytir tala fyri, at gerandisdagurin vignast, og at verkið verður væl úr hondum greitt.

At hvíla í sær sjálvum er ein dygd, sum í útgangsstøði er gagnlig. Ófriður og órógv innaní okkum eru ein avbjóðing, ið lættliga køva lívsgleðina. Soleiðis sæð er støðan heppin, tá ið vit eru í javnvág við okkum sjálvi.

Á annan hátt kann máliskan bera boð um, at vit hava nóg mikið við okkum sjálvi. Vit hyggja inneftir og dvølja við tað, ið nemur okkara innara menniskja. Tá ið vit so einaferð hyggja úteftir, síggja vit einans eins egnu spegilsmynd.

Mær hóvar betur støðuna, tá ið vit hvíla í nøkrum, ið er størri enn ein sjálvur. Tað kann verða so mangt, ið er størri enn hin einstaka menniskjan. Vit kunnu nevna skapanarverkið, náttúruna og medmenniskjað. Vit koma valla langt í hugsan, um vit einans mæla rundan um okkum sjálvi.

Væl kent er fyribrigdið, at vit eru vorðin eitt við náttúruna. Ikki minst tað grøna rákið, ið tekur vistfrøðilig atlit, er áhugavert og sigandi. Vit eru ein partur av eini størri heild, og vit mega fara væl við jørðini og øllum livandi vøkstri.

Vit mega handa børnunum og teimum ungu jørðina í góðum standi. Vit mega hava umsorgan fyri skapanarverkinum og fara væl um tað, ið vit fingu litið til at umsita. Vit mega nýta og njóta tilverunnar fjølbroytni uttan at gera okkum inn á náttúrunnar burðardyggu skipan og endurnýggjan.

Mín persónliga lívsáskoðan er, at eg hvíli ikki í mær sjálvum fyrr enn eg hvíli í Guði. Tilgongdin hjá mær til lívið gerandis og heilagt er andalig. Uttan umbering viðgangi eg mítt útgangsstøði, at Jesus Kristus er lindin og lívsins kelduvað.

Á henda hátt havi eg eina persónliga tilgongd til ein objektivan veruleika. Tað, eg síggi, síggi eg ígjøgnum trúarinnar brillur. Tað, eg geri, verður vónandi gjørt við Kristi sinnalagi. Tað, eg eri, endurspeglar vónandi brotpartar av Kristi kærleika.

Hóast eg haldi nógv um meg sjálvan, og til tíðir alt ov nógv, er Jesus sum Harri og frelsari keldan, ið leskar mínar tystu varrar og styrkir likam, sál og anda. Hvíldin í trúnni á Jesus gevur mær megi til at hvíla í mær sjálvum.

Sagt øðrvísi styrkir trúgvin á Jesus mína sjálvsfatan, tí talan er bæði um dygdir og lýtir. Styrktur av Jesusi, fái eg náði at liva lívið í tí hvíld, Kristus eigur at geva øllum teimum, ið søkja ásjón hansara í bøn og forbøn.

Tað tronga portrið varpar ljós á innihaldið í máliskuni, at hvíla í sær sjálvum. Tað tykist mær umráðandi, at sjálvgleðin dugir magamál og ikki einans sólar sær í egnari dygd og sjálvgjørdari tign.

Tað er eitt lív og ein heimur uttanfyri meg sjálvan. Tað er í samspæli við henda heimin, at eg skal hvíla í mær sjálvum til gagns fyri felagsskapin.

Tað víða portrið er ein heilt annar veruleiki. Hesin vegurin rúmar mær og øllum mínum og tekur einans avmarkað atlit til tey, ið vit møta á lívsleiðini.

Líkasum tað letur seg gera at hvíla í sær sjálvum, á sama hátt er tað ein vandi, at vit missa okkum burtur í okkum sjálvum. Ov nógv av mær hvønn dag, hvørja løtu og stund er ov mikið av tí góða. Eitt sindur av mær í fremstu røð onkra hendinga løtu og í stakførum er hóskandi.

Tað víða portrið og tann breiði vegurin føra til undirgangs. Tað er eyðsýnt, at gongdin á tí breiða vegnum hevur óheppin hjáárin á lívið og samveruna millum menniskju.

Um tað hjá mær og mínum fyllir alt. Um vit eru so æviga frelst í okkum sjálvum. Um alt melur um meg og mítt er valla nakar solidaritetur millum borgararnar í nærumhvørvinum og tað størru eindina, ið er samfelagið.

Andaliga merkja orð Jesu um tað tronga portrið, at vit mega leggja ryggsekkin frá okkum, tá ið vit fara ígjøgnum portrið, ið er ein smøl og lág smoga í múrinum.

Henda tronga smogan er ímyndin av portrinum inn í Himmiríkisins ríki. Vegurin inn í Guðs ríki eitur Jesus. Vit mega hvíla í Jesusi, til tess at vit av náði Guðs kunnu koma inn í Himmiríkið, tí einans náði hansara ber okkum á mál.

Vit mega seta ryggsekkin við øllum okkara dygdum og avrikum frá okkum, um vit ynskja at ognast himinsins sælu. Hvíldin í Jesusi gagnar okkum longu á jørðini og í tí jarðliga. Amen.

Orðið: “... tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs...” (Matteus 7,14).

Jógvan Friðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo