Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vit frøast og fagna lívinum. Hin sanna gleðin kemur til okkum uttanífrá. Hon møtir okkum á lívsleiðini, nemir tilveruna og skapar undurverk í lívi og degi. Vit kunnu taka ímóti gleðini ella vísa henni frá okkum. Vit kunnu ikki seta henni treytir, tí so hvørvur hon, áðrenn vit vita av.

Hin kristna trúgvin hevur mong andlit og nemir ymiskar mannalagnur. Kirkjusøgan kennir tíðarskeið, tá ið gleðin var fráverandi, t.d. kríggj og heimsótt, sjúka og bági.

Onnur tíðarskeið ráddi fatanin, at gleðin og glaðir tónar vóru tekin um eitt syndugt lív. Hugsanin var, at trúgvandi fólk skuldu vera álvarsom. Álvarsemið skuldi síggjast í andlitsbránum og allari medferð í orði og talu.

Tað hóskar væl, at trúgvandi fólk eru álvarsom, tí lívið og lívsins forløg krevja, at veruleikin verður tikin í álvara. Eins satt er tað, at tilgjørt álvarsemi kann skaða trúarinnar gleði og skaða umdømi teirra trúgvandi.

Verður umdømið ella trúvirðið skatt, og lívið líkist einum sjónleiki, so varpa vit skuggar á evangeliska innihaldið um Guðs frið og náðina í trúnni á Jesus.

At liva lívið í tilgjørdum moralskum kørmum, ið eru skaptir av menniskjum, er vandamikið fyri møguleikar lívsins at mennast, vaksa og búnast. Tað er óheppið, um menniskjan ikki fær náðir at liva og virka í samljóði við Guð og gleði hansara. Gleði, fagnaður og lovsangur komu til jarðar ta nátt, ið Jesus var føddur.

Gleðin í Guði eitur Jesus. Guð tók ta avgerð, at menniskjan skuldi fáa møguleika til sanna og varandi gleði. Syndabyrðan og skommin vóru tikin av herðum menniskjans, tá ið Jesus við deyða og uppreisn gjørdi sátt fyri syndir várar.

Júst hetta er upphavið og grundvøllurin, ið setir menniskju í frælsi, tí av sonnum er tann frælsur, ið sonurin fríar. Loyst úr hafti kemur gleðin í trúnni á Jesus til okkum sum ein gáva frá Guði.

Tá ið gleðin tekur bústað í hjørtum várum, er hon eitt kelduvað til frið. Er hjartað fylt við friði, ja so sæst gleðin, hóast hon vegna serligar umstøður er jarðbundin.

Tað er vitnisburður teirra kristnu, at friðurin í trúnni á Jesus ber av øllum viti. Trúgvin føðir gleði í menniskjans hjørtum og hevur gagnliga ávirkan á umhvørvið.

Onkuntíð hoyrist millum manna, at tað er eitt keðiligt lív at ganga í kirkju og ganga á møti, tí alt er so syndarligt og dapurt. Vit kunnu hvørki eitt ella annað ella taka lut í tí verðsliga, vit eru bundin føst innan fýra veggir.

Útsøgnin kann valla vera meira misvísandi. Vit, ið regluliga koma inn undir Guðs orð í kirkjum og samkomum, kunnu mótprógva útsøgnina.

Tað er mín vitnisburður, at tað er eitt áhugavert lív at geva Guðs orði gætur. Tað er til tíðir enntá bæði hugaligt og stuttligt. Tað er einans keðiligt, um vit gera okkara egna lív ella lívið hjá øðrum dapurt og trist.

Hóast vit kristnu ikki eru fullkomin, so kann gleði Guðs í okkara egna lívi hava tað gott, um Jesus fær loyvi at endurnýggja tað, ið er brákað ella brotið.

Tað var hetta vit upplivdu í tí andaligu vekingini, ið vitjaði kirkjur og samkomur um alt landið í sjey- og áttati árunum í undanfarnu øld. Tá ið vit góvu Guði gætur og tóku ímóti frelsuni í Jesusi Kristi, vórðu vit fylt við eini gleði, ið vit áður ikki kendu.

Gleðin í Jesusi Kristi var ankrað í einum himmalskum friði, ið var givin okkum av Guðs stóru náði. Gleðin kom til okkum sum gáva.

Eyðvitað er tað ein álvarsom avgerð at ganga í seg sjálvan og ákalla Jesu navn við bøn um fyrigeving syndanna og bjarging. Tað kann valla verða álvarsamari.

Bønin varð svarað, og úrslitið av bønini var Guðs egna verk í heilagum anda. Vit fingu ein djúpan frið í hjarta sál og sinni, – ein Guðs frið. Ein fullkomnan frið, ið helt og bar, hóast mangt var á leiðini, ið ikki var burðardygt. Og friðurin í frelsu Guðs føddi eina gleði í hjørtum várum, ið ikki kundi verða fjald aftan lastar dyr.

Vit sungu sálmin hjá norðmanninum Trygve Bjerkheim (1904-2001), ið Edmund í Garði (1928-1994) umsetti. Vit syngja framvegis sálmin, og gleðin í Jesusi er eins lívsjáttandi nú sum áður. Navnið Jesus er slitsterkt, frelsarans æviga navn.

Hann tekur ei gleðina frá tær, // tann Jesus, ið kallar á teg. // Bert tá kanst av sonnum tú liva, // um hann kann tær fylgja á veg.

Hann tekur ei gleðina frá tær, // hann gyllir tær gleði og sorg // og letur upp ljósastu salir // til høgtíð í himmalsins borg.”

Amen.

Orðið: “Men ávøkstur andans er: Kærleiki, gleði, friður...” (Galatarbrævið 5,22).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo