Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað var vælgerandi at lurta eftir útvarpinum hjá KVF tann 20. september í 2023. Útvarpið tosaði við trý fyristøðufólk í Filadelfia í Havn, nú 50 ár eru gingin, síðani húsið var tikið í nýtslu.

Mær tørvaði at hoyra tey glaðu evangelisku orðini um Harran Jesus, lívsins signing og møguleikar. Samtalan vardi í umleið 20 minuttir.

Samtalan bjargaði mær degnum, og hon fyllir framvegis mítt hjarta við tøkk og lovsangi. Vælsignað at eiga kristnar samkomur, ið leska tystar sálir við livandi vatni og geva Guðs Anda loyvi at virka.

Vit fingu at hoyra um samkomunnar DNA, ið er andans nýtsla, ið skapar gleði, tryggleika og frið. Mær tørvaði hesi orðini. Orðini skaptu eina andaligu vælveru, ið var beinleiðis skapandi og grøðandi og er torfør at lýsa í orðum.

Havi takkað Harranum Jesusi fyri Filadelfia í Havn og fyri tann týdning, tey í frástøðu hava havt fyri mítt andaliga lív bæði í viðgongd og mótgongd. Aftur einaferð untist mær at verða nomin av Guðs Anda í talu, søgu og vitnisburði teirra.

Guðs ríki kendist nær, tí tey drógu ella lótu himmalin koma niður á jørðina. Tey bóru og boðaðu tey góðu tíðindini um Guðs náði og fyrigeving. Evangeliið um Jesus gevur lívsmót, vón og áræði.

Henda morgunin upplivdi eg, at Guðs Andi umvegis lurti fylti rúmið, vit sótu í. Tað gerandisliga í køkinum, har tvey hálvgomul ótu morgunmat, var ein løta sum í himli so á jørð. Andin í hjørtum teirra í Filadelfia kom umvegis lurti og setti seg á hjørtu okkara.

Og so brádliga var alt tað tunga, dapra og nívandi burtur. Ístaðin floymdi Guðs friður sum streymar av náði inn yvir lívið. Alt var nýtt sum lívsins fyrsta og fríska morgun.

Skuldarbrævið við synd, føllum og mistøkum várum var strikað við sáttargerð Jesu Krists. Kvittanin fyri ta goldnu skuldina legði Guðs Heilagi Andi í hjørtu vára.

Tað var vælgerandi at hoyra tann ærliga tónan, ið staðfesti, at ósemjur, klandur og stríð hevði verið millum brøður og systrar í Havnini í byrjanina av sjeytiárunum í undanfarnu øld. Einans ein stutt staðfesting, ið er nóg mikið og væl betur, enn at vit lasta øll onnur enn okkum sjálvi.

Úrslitið av ósemjuni var millum annað bygningurin við Landavegin. Ærlig gudsóttandi menniskju, ið eru jarðbundin, hóast tey bæði tala, biðja og lovsyngja í tungum. Guðs Andi vísti mær vegin! Soleiðis eiga vit at gera!

Vit mega staðfesta veruleikan og leggja alt í Harrans hendur og hyggja frameftir. Hyggja uppeftir til faðir ljósanna, ið gav okkum einborna son sín til jarðar, so vit á jørðini kunnu uppliva nógv av tí, ið er í himlinum.

Fólkakirkjan – og møguliga aðrar kirkjur og samkomur – kunnu læra nógv av hesi samtaluni í KVF, har fyristøðufólk í Filadelfia greiddu frá og vitnaðu um lívsins Guð á ein jaligan, innbjóðandi og frískan hátt.

Har hekk eingin dómur eftir í luftini. Gøtan var greidd, og ein loftvegis kaðal var lagdur heilt inn til Guðs himmalsku trónu, so daglig samtala við Guð var ein veruligur møguleiki. Ikki einans ein linja til neyðarkall, men ein linja til viðvarandi lív, menning og trivnað úr lívsins undurfulla landi við ásjón Jesu Krist.

Tað var frígerandi at hoyra, at fyristøðufólk í Filadelfia ikki ræðast nútíðina og ta avbjóðing, ið nútíðin setir á so mongum økjum. Boðskapurin um lívsins Guð vil alt menniskjað og ynskir at geva okkum eina samanfatandi andaliga uppliving á jørðini, har vit í andanum kenna og í likaminum merkja Guðs nærveru.

Guð er ein góður Guð, ið gevur børnum sínum fjølmangar møguleikar at liva og virka í og undir. Andans leiðsla gevur teimum kristnu møguleikan at liva eitt lív í frælsi og góðtokka.

Vit eru ikki bundin av heimagjørdum menniskjansligum boðum, ið vit kalla moralur. Hetta kunnu vit sum kristin gera, og hetta kunnu vit sum kristin ikki takast við. Leidd av Guðs orði undir Heilaga Andans leiðslu hava vit frælsi at liva við ábyrgd. Alt er okkum loyvt, men alt er okkum ikki gagnligt.

Tíðirnar broytast, stílurin á møtinum og siðirnir skifta. Tó, Guðs orð stendur um ævir fast. Guð er hin sami í dag sum á tíðarinnar morgni. Jesus er í dag tann sami sum í gjár. Í morgin og til ævigar tíðir er Guð hin sami, hóast øldir koma og fara.

Guðs ríki er nær og komið til jarðar við føðing Jesu Krists. Eisini eftir at Jesus fór heimaftur til himmals er Guðs ríki umboðað á jørðini við Guðs Heilaga Anda.

Sum í himli so á jørð. Tað er tað, tað snýr seg um. Amen.

Orðið: “... verði vilji tín sum í himli so á jørð...” (Matteus 6,10).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo