Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Sannur djúpur kærleiki hevur sína fyrimynd. Guðs egni kærleiki ta ferðina hann gav jørðini einborna son sín sum frelsara. Gav tað dýrasta hann átti, tí kærleikin fellur ongantíð burtur.

Sannur djúpur kærleiki hevur sína fyrimynd, ikki einans í tí at geva frá sær, men eisini í hesum at vera opin og taka ímóti. So mongum sum tóku ímóti Jesusi sum frelsara, teimum gav hann mátt at vera Guðs børn, teimum sum trúgva á navn hansara.

Trúgvin trýr, og sannur kærleiki gleðist saman við sannleikanum. Hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt og ber alt. Til satt trúarlív hoyrir, at kærleikin frá Guði verður fagnaður og móttikin í áliti og trúgv.

Guðs kærleiki sum lív á jørðini og ævigt lív í Guðs ríki er at finna í einum orði. At kenna Jesus, at eiga lívi í Jesusi, at eiga kærleikan sum gávu, ið er givin og móttikin.

Jesu navn gevur eina signing, sum onga aðrastaðni er at finna. Tað er navnið yvir øll onnur nøvn. Hetta dýrabara navn frelsarans, ið himmalskir einglar kunngjørdu. Tú skalt kalla navn hansara Jesus, tí hann skal frelsa fólkið frá syndum teirra.

Við hesum førningi nema vit orðið um kærleikan. Hugsa vit um vinaløg, forlovilsir og hjúnaløg, so er yvirskriftin ein sterkur setningur. Vit freistast at halda, at setningurin er alt ov sterkur og avgjørdur.

Og tó er tað júst hetta orðið úr Halgubók, vit bera hvør øðrum stórar dagar á leiðini, ikki minst tá ið kærleikans bond verða bundin við brúðarvígslu.

Hóast vit kenna veruleikan, at kærleikin fær avbjóðingar, bera vit pørunum tað vónríka orðið, at kærleikin fellur ongantíð burtur.

Íðan virkar so kærleikin av sær sjálvum? Megnar eitt par at halda lív í kærleikanum? Neyvan tað! Tá ið vit halda lív í nøkrum, er lívið longu viknað.

Tey flestu vinaløgini og tey flestu forelskaðu pørini uppliva eitt sindur av onkrum. Men saman við Guði í Jesu navni er ein styrki at fáa, so kærleikin í mongum førum ongantíð veruliga fellur burtur, hóast vit fara hvør til sítt.

Hóast kærleikin millum menniskju ikki er fulltikin, er yvirskriftin røtt, tí kærleikin fellur ongantíð burtur. Tey djúpu orðini um kærleikan sipa til Guðs lyndi og veru.

Guðs kærleiki til tað einstaka menniskjað fellur ongantíð burtur.

Fyri mær er tað tann alt avgerandi sannleikin, at hjá Guði er kærleikin ikki bundin at skiftandi lyndi og umstøðum. Uttan mun til hvat hendir okkum á leiðini, so er Guð trúfastur og álítandi.

Tá ið eitthvørt miseydnast á lívsleiðini og kærleikans bond slitnað, eisini tá er Guðs kærleiki støðufastur og loftar mær og ber meg. Eisini trúgvandi kristin fólk og onnur góð fólk kunnu fáa avbjóðingar, ið broyta samlívið og gerandisdagin.

Vit mega hava virðing fyri veruleikanum og ikki fjala sannleikan. Eisini tá ið vit sjálv halda, at vit eru miseydnað, er tað galdandi, at Guðs kærleiki til okkum ongantíð fellur burtur.

Tað sama ger seg galdandi hjá teimum, ið vit koma í ónøgd við, fara frá ella taka frástøðu frá. Guðs kærleiki fellur ongantíð burtur, og Guð elskar tey, ið vit ikki sita væl um sátt við. Guð er altíð kærleiki, óansæð!

Vælsignað er lívið, tá ið tað verður livað í Guðs egna ljósi, hansara kærleika og undurfullu náði. Liva í hansara heilagleika, dýrd og tign.

Guð er ikki bangin fyri at nærkast okkum, vera um og hjá okkum, tá ið vit gera mistøk á leiðini og miseydnast.

Til tess at liva eitt rímiligt lív krevst likamlig føði, matur og drekka. Til tess at liva væl og trívast væl krevst sálarføði, Harrans orð og borð.

Sum borðið heima við hús er vælsignað við mati, samveru, práti og vón. Soleiðis er altarborðið, hin heilaga kvøldmáltíðin, eitt munagott ískoyti til sálarliga og andaliga vælveru.

Altarborðið hevur eina tvíliðaða breidd. Tað er likam og blóð Jesu Krists, ið er úthelt okkum til fyrigeving syndanna. Við altarborðið er pláss fyri syndarum og øllum, ið ynskja at søkja Jesus.

At eiga eitt heim har hjørtu tvey sameinast í trúgv, vón og kærleika. At eiga eitt andaligt heim í eini samkomu ella kirkju. Harrans signing styrkir og mennir tann andaliga kærleikan og ta heimligu vælveruna.

Yrkingin hjá Símuni av Skarði (1872 – 1942) vekir minnini um góðar løtur í heimligari vælveru. Mítt barnaheim var hvørki stórt ella flott. Men, har vóru tvey hjørtu full av hita og kærleika. Tað var okkum systkjunum nóg mikið.

“Eg smáttu veit á grønu ong, // har fuglar syngja vakran song, // og hoyrist heimligt áarsuð, // tann smáttan rennur mær í hug.

Tvey hjørtu sláa inni har, // so trúgv sum trøll, so rein og kær, // so góðskufull alt uttan grið í móðurbarmi, faðirs við.”

Har í sæluni lærdi eg mína fyrstu bøn. Amen.

Orðið: “Kærleikin fellur ongantíð burtur.” (Fyrra Korintbrævið 13,8).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo