Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað hendi nakað undursamt í hjartanum tann dagin, ið dyrnar vóru lætnar upp fyri Jesusi. Við Jesusi kom friðurin á gátt, og ófriðurin helt á dyr. Tað hendi ein broyting í hjarta, sál og sinni. Talan er um andaliga heilsubót. Eina friðarveitandi búseting.

Mangan verður spurt: Hvussu hevur tú tað? Hetta er ikki einans forvitni, at vit kekka av og vilja vita sum mest um onnur. Talan er um menniskjansliga umsorgan, tí vit vilja øðrum væl. Tað býr nakað gott í menniskjum. Tað góða vinnur á tí illa.

Gerandisdagur fólksins er ymiskur og forløg manna skiftandi. Umstøðurnar frá einum húski til annað eru alt frá vælveru til fátækt, gleði til sorg, heilsu til sjúku.

Fólk stríðast við likamligar avbjóðingar, og mong eru sjúk okkara millum. Fleiri fáa góða hjálp, men nøkur stríðast alt lívið við árinini, ið sjúkan elvdi.

Fólk stríðast sinnisliga við sálarkvøl, ótta og angist. Avvarðandi staðfesta, at tað er svárt at síggja liðingina og als einki fáa gjørt til bata.

Fólk stríðast bæði likamliga og sinnisliga við sosialar sjúkurnar, ið øll samfeløg – eisini vælferðarsamfeløg – skapa. Lívið skapar vanar, ið fara frá at vera vani við ávísar løtur og dagar til at vera støðan 24 X 7.

Tá ið veruleikin gerst ov boysin, kann pínan í sálini verða tálmað við at drekka okkum mót til. Rúsdrekka sigst vera ein vinsælur harri í ein dag, inntil løgurin fær fastatøkur og stingur hógvarnar fram og skiftir ham frá at vera vinur til at vera einavaldsharri. Tann rúsandi løgurin fekk navnið Kong Alkohol.

Tíbetur er okkara samfelag eitt vælferðarsamfelag, ið tekur hond um okkum, tá ið vit hava ilt í tilveruni. Og júst í ta støðuna kunnu vit øll koma uttan mun til upphav, yrki og sosialan livifót.

Vit hava nógv at takka Guði og tí politisku skipanini fyri. Embætisfólkini og onnur starvsfólk gera ein góðan gerning í tí almenna geiranum. Vit mega minnast tøkkina, hóast vit í tí borgarliga lívinum skulu siga frá tí neiliga og tí, ið kann gerast betur.

At siga frá til rætta myndugleikan er okkara rættur og í stakførum okkara skylda. Tað kann gerast hóvliga og virðiliga, hóast fráboðanin í sjálvum sær ber neiligt innihald.

Eisini tann kristna kirkjan og tær kristnu samkomurnar liva á jørðini og mega kenna sína ábyrgd, taka ábyrgd og liva upp til hana. Tað er nógv gott í Føroyum, sum vellir fram úr kirkjuligum ella andaligum jørðildi. Umsorgan, nærvera og hjálp av øllum handa slagi árið runt.

Viðhvørt hendir tað, at hin kristna kirkjan fær skitin og tvitin orð yvir sín kropp. Tað liggur hálvavegna á ljóði, at kristindómurin ella átrúnaðurin er rótin til alt ónt.

Farið verður ikki í sjálvverju, tí heimssøgan prógvar nakað annað. Staðfest verður einans, at viðhvørt bera vit kristnu okkum skeivt at. Vit hava áður á VP nevnt dømir um mistøk og skeivleikar. Endurtøkan er ikki neyðug.

Kirkjur og kristnar samkomur hava sanniliga verið við til at bygt landið, tikið ábyrgd og lagt úr hondum góð avrik bæði vinnuliga, sosialt og mentanarliga.

Í fyrstu viku í advent vitjaði biskupur saman við umsitingini Umsorganarheimið Gloria í Klaksvík. Vit ynsktu at kunna okkum um arbeiðið. Blíðskapurin var stórur, og vit vóru væl nøgd við vitjanina.

Sum heitið á heiminum sigur, er endamálið at veita menniskjum umsorgan, tá ið lívið onkursvegna hevur avbjóðingar. Tað kann vera einsemi, sjúka, rúsandi evnir ella annað.

Eitt frágera gott heim í heimligum hugna og anda. Góð leiðsla, dugnalig starvsfólk og væl nøgd búfólk.

Mánakvøldið 18. desember vitjaði Samkoman Elim á Gloria til eina kveikjandi løtu við sangi og andakt. Samkoman Elim í Søldarfirði er karmur um eitt framúr gott arbeiði millum tey ið hava verið bundin av rúsdrekka og rúsandi evnum.

Fekk náðir at vera til staðar hesa løtuna, ið var ein andalig løta á fjallinum. Góður andi og góður tokki í menniskjum, ið vóru sett í frælsi, tí Jesus var komin inn í hjartað við sínum friði, gleði og frelsu. Jú, frælsur er av sonnum tann, ið sonurin fríar.

Tað er kveikjandi og trúarstyrkjandi fyri okkum, ið prædika, at fyristøðufólk hava dirvi at traðka út á Jesu lyftir. Dirvi at virka samsvarandi Guðs kalli og anda til tess at skapa lív millum teirra, sum í eina tíð fingu ein øðrvísi gerandisdag. Undurfult og vælsignað, tá ið Harrin Jesus setir menniskju í frælsi.

Eri hugtikin av arbeiðsháttinum hjá Samkomuni Elim og vóni, at gáttin inn í kirkjur og samkomur er so lág, at øll eru vælkomin. Ella at gáttin er so høg, at okkum tørvar Jesus og Anda Guðs til tess at koma á mál.

Løtan var kveikjandi og endurnýggjandi. Amen.

Orðið: “...og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir (hirðarnar)...” (Lukas 2,9).

Gleðilig jól!

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo