Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað finnast einans vanlig fólk. Fólk eru ikki óvanlig, um tey onkursvegna víkja frá meginregluni við atliti at hugburði, lívsførslu ella samleika. Svá orðingin “vanlig fólk” verður nýtt í hesi andakt, rúmar máliskan øll menniskju.

Tað er ein avgerandi greining, nú vit dvølja við spurningin: Hvør er verdur at prædika Guðs orð og bera evangeliið um Jesus?

Jesu fyrstu lærusveinar vóru fiskimenn. Teir lívbjargaðu sær og sínum við at troyta havsins ríkidømi. Báturin, gørnini og sjógvurin góvu teimum valla hægri status enn aðrir samfelagsbólkar í samtíðini.

Vit vita ikki so nógv um Jesu lærusveinar annað enn tað, at teir møttu Jesusi, ið gav teimum lívsinnihald og broytti teirra lív. Jesus, einborni sonur Guðs, var millum manna kendur sum sonur timburmannin úr Nasaret. Heldur ikki handverkið sum timburmaður gav hægri status enn so mong onnur yrki.

Góðska, lívsinnihald og trivnaður vóru eins vanlig millum sjómenn og verkafólk sum millum teirra, ið ferðaðust í hægri sosialum luftløgum. Tann vanliga dygdargóða styrkin, ið er, tørvar ikki at prógva sítt virði. Virðið er til sjóndar áðrenn prógvið.

Tey fyrstu vitnini um Jesu uppreisn vóru nakrar kvinnur, sum árla hin fyrsta dagin í vikuni vitjaðu Jesu grøv. Tær ynsktu at salva likamið og vísa syninum hjá einum timburmanni úr Nasaret sín seinasta heiður.

Jesu nærvera hevði vakt ein longsul eftir nøkrum sannførandi góðum í hjørtunum á so mongum. Jesu hjávera í tí gerandisliga skapti eina vælveru í hjørtum teirra, ið millum manna vóru mett at vera í so vanlig fólk til ta mentanarligu og andaligu elituna.

Tey vanligu fólkini vóru sædd og hoyrd. Tey, ið kendu seg minni enn onnur, fingu at vita, at tey vóru verd allan Guðs kærleika. Tey, ið vóru sett uttanfyri tað tímiliga ella andaliga samfelagið, vórðu boðin inn í hitan.

Fyri 2.000 árum síðani trein ein ungur maður fram í Ísrael og ávirkaði tann ráðandi hugburðin við atliti at samfelagslívinum. Onkursvegna var normurin ella siðvenjan, at nøkur vóru fremri enn onnur so at skilja, at tey á niðasta trappusteini skuldu halda seg burturi.

Tað vóru hesar opnu dyrnar, ið lærusveinarnir sóu í Jesusi. Tað var eins og medferð hansara var eitt livandi skelti við áskriftini: Vælkomnir til lívið, friðin og gleðina! Vælkomnir til fyrigeving fyri allar syndir tykkara! Fylgið mær og gangið í fótasporum mínum!

Tað vóru hesar opnu dyrnar, ið kvinnurnar við grøv Jesu sóu árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni. Jesus var risin upp av deyða og grøv. Jesus hevði vunnið sigur á myrkri, kvøl, synd og deyða. Sáttargerðin var fullførd, og skuldin fyri synd og mistøk strikað.

Felags fyri bæði lærusveinarnar og kvinnurnar við Jesu grøv var, at tey sóu, at Jesus var teirra og fólksins loysnari.

Samfelagið og fatanin av teimum verkligu viðurskiftunum broyttust við Jesusi. Tann andaligi normurin fekk nýtt innihald. Tann gamla hugsanin um lóg, rætt og skyldur skuldi frá nú av tulkast ígjøgnum Jesus sum Harra og frelsara, – hann, ið er vegurin, sannleikin og lívið.

Náði Guðs føddist til jarðar við Jesu komu inn í henda heim, tá ið hann sum lítil sveinur lá reivaður í eini krubbu í einum fjósi í Betlehem.

Náði Guðs, sum hevði verið sjónlig og virkað millum manna í tredivu ár við vísdómsorðum og miskunnarverkum, var nú í hjørtunum á nøkrum kvinnum opinberað sum ævigur sannleiki um Guðs trúfesti, umsorgan og náði.

Tað var nakað vælgerandi nýtt í eygsjón. Syndin var strikað, og vónin sást fyri framman. Skommin var tikin av herðunum, og ein reinur og virðiligur kappi lagdur um herðarnar.

Menn og kvinnur vóru klødd í frelsunnar kappa og við trúgv tváa rein í sáttargerð Jesu, tá hann vára vegna var vrakaður, hildin fyri spott og settur uttanfyri, ja lokaður aftan fyri deyðans múrar.

Eins og Jesus vann sigur á deyðanum og kom aftur til tað livandi lívið, soleiðis kunnu vit við hansara hjálp vinna sigur og koma út aftur í ljósið uttan at skammast.

Ta størstu andaligu viðurkenningina, ið øll menniskju javnbjóðis kunnu fáa, er, at náði Guðs í Jesusi Kristi er okkara møguleiki. Jesus Kristus er okkara møguleiki.

Minnist meg rætt so greinar danin Søren Kierkegaard (1813-1855) Guð á henda hátt: Guð er møguleikin.

Tað er mín persónliga niðurstøða, at Guð er okkara møguleiki. Hesin møguleikin eitur Jesus, sum við deyða og uppreisn í okkara rúm og stað vann okkum frelsunnar æviga sigur.

So eru vit tá vegna Jesus Krist verd at bera hvør øðrum tann sæla gleðiboðskapin, at okkum er ein frelsari føddur, ið talar vára søk við Guðs himmalsku trónu.

Okkum er ein vaktari givin, ið fylgir við á lívsleiðini ævidagar várar. Okkum bíðar í trúnni á Jesus ein opin himmal. Hvør undurfull og vónrík vissa! Amen.

Orðið: “Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum!” (Markus 16,15).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo