Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Í skriftini verða vit mint á at halda hvíludagin heilagan. Okkum er givin ein fyrimynd, tí Jesus fór, sum hann var vanur, hvíludagin inn í samkomuhúsið.

Tað einu ferðina var bók Jesaja profets givin honum. Hann opnar bókina og kemur niður á hetta staðið hjá profetinum: “Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum.” (Lukas 4,18).

At hoyra Jesus lesa henda lesturin ger nakað við okkum. Hann, sum koma skuldi, er komin, og lesur nú úr skriftini. Hann boðar frá, at eitt Harrans náðiár byrjar.

Harrans náði er nýggj á hvørjum morgni. Hon er vónin um eina bjartari framtíð. Guðs náði gevur okkum á hvørjum degi orku til dagsins setning.

Harrans náði endurnýggjar tað, ið vit misnýttu av møguleikum. Allir teir góðu gerningarnir, ið vit ætlaðu og ongantíð komu til, verða fjaldir í Guðs fyrigevandi náði og kærleika.

Tað er hetta dýrabara evangeliið um Guðs náði, vit hava fingið litið í hendi at prædika. Løtan er náðirík. Hvíludagurin er ein nýggjur møguleiki til at biðja Guð um fyrigeving og fáa fyrigeving fyri syndir okkara.

Boðskapurin er einfaldur. Í dag er Harrans náði at finna. Tað ræður um at søkja Jesus og gera seg búnan at taka ímóti honum. Tað er umráðandi at kenna tíðina og síggja møguleikan.

Profeturin segði á sinni: Ger teg búnan at møta tínum Guði. Náðin og møguleikin at møta Guði saman við syninum Jesusi sum fullkomnum frelsara er størri enn alt annað.

Eisini mær tørvar eina nýggja byrjan. Mangt kemur í vegin og skuggar fyri trúnni og gleðini. Tað er vælsignað, at vit kunnu verða endurnýggjað og byrja av nýggjum.

Vit kunnu byrja ein nýggjan dag við góðum treysti, tí hetta er tíðin, tá ið fangin verður settur í frælsi. Tá ið vit verða loyst úr myrkursins tølandi snaru og sett í frælsi í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara.

Las eina indiska frásøgn við yvirskriftini: “Bíða ikki!” Fari at siga frá søguni, tí hon lærir okkum, at vit ikki skulu útseta tað, ið vit kunnu gera nú. Tað kann henda, at vit gerast við sviðið soð.

Indiska søgan er henda: “Ein góður andi førdi eina unga prinsessu út á ein kornakur, ið stóð fullbúgvin í aksi. Andin segði við prinsessuna: “Dóttir mín, sært tú øll hesi øksini. Tá ið tú tekur tey upp í hondina, broytast tey til kongaligar gimsteinar. Jú búnari aksið er, tess dýrabærari verður gimsteinurin. Men tú sleppur bara at ganga ígjøgnum akurin einaferð.””

Prinsessan var sera væl nøgd við tað frálíka tilboðið. Meðan hon gongur ígjøgnum akurin, sá hon mong búgvin øks, men ikki vildu hon taka tey. Hon roknaði støðugt við, at fyri framman vóru øksini enn betri.

Sum frá leið gjørdust øksini tynri og minni búgvin. Tað var næstan einki korn í teimum, og henni tyktist, at tey valla vóru verd at taka. Loksins stóð prinsessan við endan á akrinum døpur í huga um øll tey vøkru øksini, hon hevði gingið framvið.

Flest øll fáa gyltar og ríkar møguleikar. Skilagott er at greiða dagsins setning og taka ímóti teim møguleikum, dagurin bjóðar, sum um hetta var tann seinasti dagurin í okkara lívi.

Indiska frásøgnin er ein áminning um, at vit mega nýta teir møguleikar, ið koma á lívsleiðina. Vit kunnu ikki ganga framvið møguleikunum og venda afturáaftur, tá ið okkum hóvar. Tað, ið vit fara framvið, kann verða farið. 

Andaliga tala kunnu vit siga, at vit enn einaferð hava fingið møguleikan at ognast Guðs náði í Kristi. So umráðandi er at taka ímóti einborna syni Guðs, nú Jesus í sínari góðsku bjóðar okkum sína náði.

Latum okkum vera umhugsin, meðan vit ganga tvørtur um lívsins akur, so at gimsteinurin og tilveran í Guðs bústøðum eru okkum dýrabær og fródlig.

Meðan vit ganga tvørtur um lívsins akur og leita eftir gimsteinum er vert at steðga á, hugsa seg væl um og spyrja: Hvat er tað, eg strembi eftir í lívinum?

Skjótt standa við endan á lívsins akri. Gævi at vit síggja Jesus sum Harra og frelsara. Síggja ta kristnu fjøldina sum ein hóp av brøðrum og systrum.

Fari at vitja Guðs hús hvíludagin. Tað verður spennandi, um tað fer at eydnast mær at fylgja áminning Paulusar: “Allur beiskleiki og yvirhugi og illsinni og hávi og spottan veri langt burtur frá tykkum tílíka við øllum óndskapi!”

Kynstrið at fyrigeva teimum, sum ímóti okkum synda, er lykilin til eitt gott lív. Amen.

“Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Guð hevur fyrigivið tykkum í Kristi.” (Efesusbrævið 4,32).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo