Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað hvílir ein vælsignaður friður yvir menniskjum, har trúgvin á Guð myndar lívið gerandis og heilagt. Ein friður djúpari og sannari enn alt annað. Ein tilvitan um at lívsins Guð er við vára høgru lið. At hann leiðir fram á leið og loksins inn í himmiríkisins ríki.

Gleðin er dýrabar at ognast. Ikki henda skjótt farandi heimsins gleði, men gleðin í Guði. Hvør undurfult er tað ikki at kenna lívsins Guð sum skapara og at hvíla í trúnni, at øll vára forløg eru í Harrans hondum.

Hvør undurfult er tað ikki at koma til Jesus og uppliva, at vit eru hjartaliga vælkomin. Og so í nútíðini at nema hin æviga friðin.

“Ja, við gleði skulu tit fara avstað og í friði verða fylgd á veg; ... har sum áður vóru tistlar, vaksa sypristrø, og myrtur vaksa har, sum áður var lyngur.” (Jesaja 55,12-13).

Tað er henda í himmalska friðin og hesa sælu gleði, ið Guðs børn nema í trúnni á Jesus. Undurfult at hin heilagi Guð gevur menniskjum lut í eini ævigari gleði, ið er reinari enn gull brent í eldi.

Tað var henda barnsliga gleðin, ið fylti hjørtu ápostlanna. Teir sóu Guðs dýrd og stórleika. Teir sóu, at Jesus var Meistarin verdur at tilbiðja, fylgja og tæna.

Ápostlarnir vórðu frælsir og bornir til sanna gleði. At møta Jesusi og verða leiddur til trúgv er tað størsta henda kann. Undursamt tá menniskju síggja Jesus sum Harra og Meistara.

Vit gleðast og fegnast, tí Guðs orð verður prædikað fyri okkara fólki gerandis og heilagt. Mær tykir, at einki er dýrabarari og týdningarmiklari enn kærleikin til orðið um Jesus. Orðið er livandi og máttmikið. Tað reisir okkum aftur á føtur, tá ið vit snáva og falla.

Og so trúarinnar veruleiki, at tað verður prædikað fyri yngri og eldri vitandi um, at Guðs orð vendir ikki tømt aftur. Orðið ber ávøkstur í Guðs tíma menniskjum til lív og signingar.

Tað er júst í hesum sannleika, at gleðin livir og vónar, tí verkið, ið verður gjørt í Jesusi navni, verður ongantíð gjørt til fánýtis.

“Tí at eins og regn og kavi falla av himni og ikki fara aftur hagar, fyrr enn jørðin er vætað og vorðin gróðursom og hevur latið tað spretta og givið sáð til at sáa og breyð til at eta, soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til.” (Jesaja 55,10-11).

Tað er júst hetta, vit søguliga hava upplivað, at tað ongantíð var til fánýtis. Ikki altíð sá tað ljóst út, men tað bragdaði loksins, tí Harrin er trúfastur og svíkir hvørki síni lyfti ella sínar tænarar.

Onkuntíð umrøða vit tað andaliga lívið út frá sjónarhorninum, at tíðirnar kennast andaliga fátækar, at tað ikki gongur væl.

Tá tað gongst væl, ræður um at vera eyðmjúkur í tøkk, tí hugmóð stendur fyri falli. Skjótt er at gloyma Kristus og halda, at vit sjálv megna lívið og vegin.  

Tá ið tað gongur strýggi og vignast illa, er tað troystin, at Guð sjálvur gevur ávøksturin.

Umráðandi er at síggja heildarmyndina, at tann, sum setir niður, og tann, sum vætir, starva í sama verki. Áminningin staðfestir, at okkara partur í Guðs ríkis víngarði fevnir um eitt avmarkað øki.

Í turrari tíðum, tá ið vit meta tað andaliga lívið deydligt, hvíla vit í trúnni á, at lívsins Guð gevur vøksturin. Lívsins Guð vil í sínum tíma lata sáðkornið spretta til lívs úr jørðini. Tá ljóðar aftur lovsangur til frelsaran, Jesus Krist.

Mær rennur í huga eina sorgblíða løtu, tá ið eg ein vakran várdag jarðaði ein tilkomnan pápa. Vit báðir sonurin stóðu uttandura og prátaðu. Sonurin vísti á eplaveltuna í nánd av barnaheiminum og segði: “Henda veltan var tað seinasta arbeiðið, pápi gjørdi.”

Um heystið sá eg sonin í tí somu veltuni. Hann tók eplini upp. Hann heystaði fruktirnar av faðirs síns gerningi. Pápin setti niður, men náddi ikki at síggja fruktina. Sonurin fekk náðir at síggja fruktina av faðirsins arbeiði.

Myndin er einføld, og hon kann nýtast um arbeiðið í Guðs ríki. Guð kallar menniskju til tænastu í heimsins veltu. Tey sáa orðið, men tað tykist smátt um smátt við grøðini.

Um síðir nælir og spírar, og nøkur menniskju leggjast afturat. Nøkur sáða orðið, og onnur væta. Tað sær ikki út av nógvum, men ein vakran dag er veltan ella akurin staðin.

Ein drúgv tíð, kanska fleiri ættarlið. So umsíðir stendur akurin búgvin, og vekingin er komin. Tað grør um gangandi fót. Tað livnar í lundum og fólk koma til trúgv á Jesus. Amen.

Orðið: “... soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum...” (Jesaja 55,11).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo