Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Guðs kærleiki fellur ongantíð burtur. Hesin kærleikin er tilverunnar kervi og festur í heimsins upphavi, tí hann er Guðs egni samleiki. Soleiðis er Guð, og soleiðis er hansara vera og lyndi.

Ápostulin Jóhannes staðfestir tað sama. “Og vit hava ásannað og trúð tí kærleika, sum Guð hevur til okkara. Guð er kærleiki, og tann, sum verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Guði og Guð í honum.” (Fyrsta Almenna bræv Jóhannesar 4,16).

Guðs kærleiki er ikki bundin ella treytaður av okkara avrikum ella evnum, um vit nú bera nóg stórt mál av dygdum, rættleika og góðsku. Guðs kærleiki er ikki ein avtala ella samsýning, har vit fáa nakað fyri nakað.

Í allar mátar er Guðs kærleiki fullkomnari og størri enn sínámillum kærleikin millum menniskju. Kærleikin millum menniskju kann bera brá av eini løgfrøðiligari avtalu.

Kærleikans lyndi er ósjálvsøkin at geva frá sær í ríkiligt mál. Sannur kærleiki gevur uttan at krevja viðurlag ella endurgjald. Kærleiki Guðs møtir okkum treytaleyst vegna Guð sjálvan og hansara góðlyndi.

Ápostulin Paulus nemir evnið í kærleikans hásongi. “Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.” (Fyrra Korintbrævið 13,4-7).

Tað var tætt fyri páskahøgtíðina, og Jesus visti, at tími hansara var komin, til at hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til faðirin, og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, elskaði hann teir líka til enda.

Hesin markleysi kærleikin sæst skírisdag, tá ið kvøldmáltíðin verður hildin. Jesus visti, at hin seinasti tímin var í nánd, og at hann vildi verða svikin av sínum egnu.

Enntá lærusveinurin Judas, ið sveik Jesus við einum feigdar kossi, sat til borðs saman við Jesusi og hinum lærusveinum dagin fyri krossfesting Jesu langafríggjadag.

Máltíðin ella felagsskapurin um borðið eru í Jesu navni rúmlig, – bæði vinir og óvinir, reinlynt og sek. Har er eisini pláss fyri teimum ivasomu. Har er pláss fyri teimum, ið angra sína synd og søkja náði Guðs í fyrigeving syndanna.

Í Jesu føvningi er vit boðin vælkomin at hvíla. Við krossins fót hjá Jesusi er pláss fyri øllum, ið eru nívd til jarðar og gráta. Langafríggjadag doyði frelsarin vára synda vegna. Páskadag vórðu himinsins dyr lætnar upp.

Sjálvt um umstøðurnar vóru nívandi í dymbildagavikuni við forfylging og háðandi orðum, var eingin broyting í Jesu atferð. Og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda, tí at Guðs kærleiki fellur ongantíð burtur.

Sannur kærleiki er størri enn orð og heitar kenslur. Góð orð eru lívgandi góð, hóast tey ikki altíð halda, tá ið á stendur. Fjálgar kenslur eru lívgandi, hóast vit kensluliga kunnu kólna.

Jesus visti um sítt upphav hjá Guði, sína burturferð úr heiminum og heimferðina til faðirhúsið. Hann hvíldi í tí, hann var.

Jesus reistist frá kvøldmáltíðini og legði yvirklæðini av sær. Hann tók ein líndúk og bant hann um seg. So stoytti hann vatn í vaskiílátið og tók at tváa føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við.

Hin sanni kærleikin tváar føturnar, ja heldur seg til eitt vanvirt yrki, ið trælir dagliga framdu. Jesus tváar føtur lærusveinanna, og Pætur ynskti at verða tváaður bæði um høvur og hendur.

Pætur skilti ikki loyndardómin í Guðs ríki: Tann, sum er tváaður, hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær (uttan um føturnar;) men hann er reinur allur sum hann er.

Hin heilaga kvøldmáltíðin er rein í síni fyrimynd. Vit eru tváað í reinsandi vatni. Sjálvt um tað bara vóru føturnar, ið numu vatn Jesu, so var hin reinsandi kraftin mikil og skapti eina reina heild.

Vit er boðin til kvøldmáltíð í Guðs ríki, hina fullkomnu máltíðina. Eisini á jørðini kenna vit felagsskapin um Harrans borð. Hvør tann, sum kemur til Jesus verður fagnaður og væl móttikin. Eingin, ið søkir Jesus og ynskir felagsskap við hann, verður rikin aftur.

“Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.” (Jóhannes 6,37).

Hin heilaga kvøldmáltíðin, altarborðið. Hin himmalska føðin gevur trúnni orku at halda fram eftir jarðarinnar gøtu og inn í Guðs ríki. Altarborðið, hin mennandi og styrkjandi føðin, ið ber ávegis og heim.

Fevnandi er Jesu tala: “Tann, sum trýr, hevur ævigt lív. Eg eri lívsins breyð.” Amen.

Orðið: “Og líkasum hann (Jesus) hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda.” (Jóhannes 13,1).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo