Tað persónliga er ein týðandi partur av lívinum. Tað gevur felagsskapinum hita og hjartablóð. Samstundis er felagsskapurin eitt berandi bulvirki bæði við atliti at lívinum og trúnni.
Hjá teimum kristnu er tað persónliga millum annað trúgvin á Jesus sum Harra og frelsara. Felagsskapurin er tað staðbundna kirkjuliðið saman við samfelag teirra heilagu, ið er tann samlaði skarin av kristnum runt knøttin.
“Mín Jesus, lat mítt hjarta fá // ein slíkan hug at tær, // at nátt og dag tú vera má
// ómissandi hjá mær.”
Vit taka hvør í sínum lagi støðu til alt hugsandi og óhugsandi. Stór sum smærri mál. Gerandislig smámál og týdningarmikil stórmál.
Fyri tað mesta nemir støðutakanin tað, sum skipar gerandisdagin og framtíðina. Hóast vit stundum eru í iva um niðurstøðuna, royna vit at grunda avgerðirnar á vit og skil.
Tá ið Jesus var føddur, vaks upp og livdi sítt jarðliga lív, var tað at síggja hann, møta honum og nema við hann ein ítøkiligur møguleiki.
Hjá samtíðarfólki Jesu var tað at lurta eftir orðum hansara á ein hátt ítøkiligari, enn tað er nú á døgum. Samtalan var millum menniskju, og frástøðan var lítil.
Vit, sum nú eru uppi á døgum, síggja ikki Jesus likamliga okkara millum. Afturat hesi staðfesting er tann sannroynd, at tíðarskeiðið millum Jesu jarðiska lív og okkum er tvey túsund ár.
Talsmaðurin – Guðs Heilagi Andi – styttir tó um tíðarmunin, so vit, sum liva í dag, eru Guðs samtíðarfólk. Guð er ikki einans áðrenn okkum. Guð verður ikki einans aftaná, at vit eru farin foldum frá.
Hjá Guði er øll tíð nútíð. Í okkara nútíð er Guð saman við okkum, og sostatt eru vit vegna Guð sjálvan hansara samtíðarfólk.
Kristnin nemir og kennir Guðs nærveru í tí skrivaða orðinum. Guðs heilagu orð eru borin ættarlið eftir ættarlið av teimum, ið vóru saman við honum og gjørdust lærusveinar hansara.
Teimum, sum sóu hann við likamligu eygum sínum. Teimum, ið vórðu kallað at fylgjast við honum. Teimum sum takkaðu og prísaðu honum fyri lívsvísdóm, náði og miskunn.
Onkursvegna og í andsøgn við menniskjans náttúru eru vit í trúnni a Jesus í einum heimi, ið er mangar ferðir størri enn tað, ið vit og skil kunnu rúma. Ein andans fylla og ein himmalsk sjón, ið eru sjónlig fyri okkara sálareygum.
Tað er sum við kærleikanum, ið vit ikki kunnu lýsa ella skilja við okkara viti og skili. Kærleikin er ikki bundin av okkara gløggu greiningum, og hann letur seg ikki á nakran hátt kroysta.
Vit viðurkenna, at so er. Vit brúka stundum orðingina: tað er hansara ella hennara hjartamál. Sjáldan verður nakað sett upp ímóti eini slíkari grundgeving, tí vit vita, at her gleppa allar skilagóðar grundgevingar okkum av hondum. Vit vita og eru sannførd, at soleiðis er tað!
Tá ið vit syngja sálmin ”mín Jesus lat mítt hjarta fá”, er tað ein fráboðan ella eitt kærleikans ynski frá okkum til hansara, ið er okkara skapari og frelsari.
Vit seta ljóð á kenslurnar og tað, ið býr okkum barmi í. Vit sipa til kærleikan, sum Guð í einborna sýni sínum vísti okkum, tá ið hann frelsti okkum frá myrkursins valdi.
Í kærleikanum skilja vit, at trúgvin á Jesus hvørki kann ella skal verða greinað við vitinum. Okkum verður givið innlit í, ella tað verður opinberað, at ígjøgnum Jesus og við at fylgja honum hava vit einki at óttast.
Hóast tað hava vit virðing fyri gerandisligum avbjóðingum og deyðanum. Í trúnni vita vit, at vit skulu vera saman við Jesusi í ævinleikanum, har eingin líður neyð, at við honum er lív okkara fríað og frelst.
Jóhannes skrivaði, at ein og hvør, ið trýr á Jesus, skal ikki glatast. Tað hoyrdu lærusveinurin og samtíðarfólk hansara Jesus siga.
Vit hoyra tey somu orðini 2000 ár seinni. Framvegis er kenslan hin sama, at Jesus er okkum ómissandi, tí hann er okkara eitt og alt. Eingin skilvís frágreiðing er neyðug, tí hjartað hevur sæð og trýr.
Sálmurin fagnar Jesusi sum okkara frelsara, at hann veitir okkum styrki og áræði at liva. Hann ger í trúgv til trúar lívið yndisligt og ljóst alla ta tíð, inntil hann tekur okkum heim.
Vit hava við Jesusi fingið atgongd til himmalin vegna hansara reinlyndi og rættvísi. Við hansara orðum verða vit náað og fáa fyrigeving syndanna. At vit við Jesusi í hjørtum okkara kunnu standa rein í kærleikanum frammanfyri Guðs hásæti í hansara egna kærleika.
Fyri Harranum eru sálin – tín og mín – eitt hjartamál. Jesus er fullríkur í miskunn. Náðarløkur Guðs er sum eitt ótømandi hav. Tað er nóg mikið av náði til okkum øll. Amen.
Orðið: “Tí at ikki er munur á Jøda og Grikka; tí at hin sami er harri hjá øllum, fullríkur fyri øll tey, sum ákalla hann.” (Rómverjabrævið 10,12).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo