Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í longri tíð hevur einki virksemi verið á bedingini. Bygdarráðið í Vestmanna vil hava lív í økið aftur og bjóðar tí bedingina út aftur til vinnuvirksemi

Naser Khader kemur til Føroya mánadagin at halda fyrilestrar og var ætlanin eisini at vera í Vesturkirkjuni, men av eini klagu verður eingin fyrilestur í Vesturkirkjuni, hevur VP skilt

Nýggj grein hjá Hjalmari P. Petersen, málfrøðingi vísir, at tilflytingin til Havnar hevur havt eina málsliga blandskipan við sær

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. septembur, eru nú komnir suður um Bankarennuna, í eitt øki eystur av Bankarygginum, eisini nevnt Wyville-Thomsons ryggurin. Teinurin er 150 fjórðingar

Í løtuni eru umleið 45 vaksnir ukrainar, sum ikki eru í arbeiði. Ein av orsøkunum er, at tey hvørki duga enskt ella føroyskt

- Eg stilli upp tí eg vil ikki hava at nakað liggur eftir viðvíkjandi teimum góðu og stóru prosjektunum sum vit hava sett í gongd, sigur Heðin Mortensen við VP

Svøríki hevði ein topp í sjúkrafráveruni í 2020 og síðani minking í 2021 og 2023. Í Danmark toppaði sjúkrafráveran í 2022, men minkaði aftur í 2023

Í hesum døgum er stór altjóða vatnráðstevna í Havn. Tað er Jarðfeingi, ið skipar fyri. Móttøka var í Múllers pakkhúsi í gjár, har Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur helt røðu

Vit skulu aftur til 1947 fyri at finna ein septemburdag, sum var heitari enn í gjár, skrivar DR

Náðaðir brotsmenn gera fólk hjartkipt í Russlandi, tá ið teir koma heim aftur frá krígnum. Bara í síðstu viku eru minst tvær kvinnur og tvey børn dripin

Minst tveir persónar eru deyðir og fýra skaddir, eftir eina skjóting á einum skúla í deilstatinum Georgia í USA

Rætturin í Grønlandi hevur júst longt varðhalds fongslingina av Paul Watson

Tað var ein óvanlig sjón, sum møtti Jóhannusi Hansen á sandinum í Koltri fyrr í vikuni. Fleiri hvalspýggjur av slagnum Velella velella, betur kendar sum “by-the-wind sailors”, vóru skolaðar upp á turt

Eftir álopið í nátt á Lviv, har sjey doyðu, deilir borgarstjórin í býnum, Andrij Sadovij, eina mynd av nøkrum av teimum, sum mistu lívið

— men færri hava eftirnøvn sum enda við -sen

Svenski klimaaktivisturin Greta Thunberg er í morgun handtikin av donsku løgregluni í sambandi við eina aksjón í Krystalgade í Keypmannahavn

Føroya Kærustovnur hevur broytt eina avgerð hjá TAKS um at leggja meirvirðisgjald á gullmyntir

Nú skal Jógvan í Lon, professari, gera eitt upprit fyri Føroya Rætt, um munur er á ”kynsligum samleika” og ”kynsligari sannføring”

Nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Ronja, Ró, Emilia, Ranja, Vón, Brá, Ria og Mira.

Um 50 hermenn doyðu og fleiri hundrað er særdir í russiskum rakettálopi á hernaðarliga upplæringarstøð í ukrainska býnum Poltava

Hóast Maria og Jákup hava verið vanligastu nøvn í mong ár, so er samansetingin av mest vanligu fólkanøvnunum broytt nakað seinastu árini

Tvørámaðurin Teitur Christensen verður nýggjur høvuðskokkur í Hallartúni á Hilton Garden Inn

 

Løgmálaráðið hevur gjørt av at seta Oddbjørg Højgaard í starv sum stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins

Russiski alisfrøðingurin Aleksandr Sjipljuk er í dag dømdur 15 ára fongsul fyri svik, skriva Reuters og Ritzau

– er vandi fyri sjúkuni í Føroyum?

Frá fyrradegnum 1. septembur 2024 fóru flestu mál innan útlendingaøkið undir føroyskan avgerðarmyndugleika

Danmark noktar 27 navngivnum russiskum skipum atgongd til danskar havnir ella akkerspláss í donskum sjógvi

Human Rights Watch (HRW) eggjar Mongolia til at handtaka russiska forsetan Vladimir Putin, skrivar NTB

Nú er klárt hjá arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at byggja Røktarheimið á Stórubrekku

Svenskir myndugleikar viðmæla at børn undir tvey ár skulu haldast burtur frá skíggjanum, meðan tey millum tvey og fimm ár fáa maks tveir tímar um dagin

- Tað er fyrstu ferð, at navnið Tóra er best umtókt á gentum, føddar í árinum

- Bæði land og kommunur hava hall á roknskapunum í bestu tíðum. Landskassans hall er mett at vera væl omanfyri hálva milliard í ár

- Í hølunum á Elias var navnið Brandur, sum var best umtókt árið frammanundan

Ein maður er ákærdur fyri at bróta lógargreinina, tá hann á Facebook kallaði John Johannessen, journalist, fyri kynsvilling, skrivar KVF

Fleiri tíggjutúsund fólk mótmæltu í Ísrael í dag við kravinum um at stjórnin má gera meira fyri at fáa gíslarnar heim úr Gasageiranum

Ein túrur gjøgnum Ritudalstunnilin hjá eini kvinnu á súkklu var betur ógjørdur

- Tølini fyri Føroyar vísa, at samlaðu krabbameinstilburðirnir eru fleiri í tali nú enn áður, men vit liggja niðan fyri hini Norðurlondini

Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seinastu tvey áratíggjuni

Republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, skrivar á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at nýggja bók hansara 'Save America' kemur út í næstu viku

Frá 1. september 2024 verður avgerðarmyndugleikin í flestum málum á útlendingaøkinum fluttur á føroyskar hendur. Kunngerðin kemur í gildi 1. september 2024

Ísraelski varasendiharrin í Danmark, Jonathan Lebel, er í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Fyrrapartin vitjaði hann Tórshavnar kommunu

- Kringvarp Føroya hevði biðið um innlit í alt tilfar viðvíkjandi einum felagi, ið hevði fingið játtað kvotu til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti

Stóra kommunukanningin hjá Kringvarpinum vísir, at sum heild eru fólk á Nesi og á Eiði best nøgd við sína kommunu. Størsta ónøgdin er á Sandi, í Skopun og í Kvívík

- Ójavnasta kynsbýtið er í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, stendur millum annað at lesa í Ársfrágreiðingini hjá Javnstøðunevndini fyri 2023

- Ósemjan um føroyskan limaskap í WTO er ikki bara løgfrøðilig, men eisini politisk, sigur løgfrøðingurin Christian Andreasen við KVF

Hvørki Heri Sverrason ella Gerhard Lognberg, borgarstjórar í ávikavist Sands og Skopunar kommunu, eru samdir við úrslitið, sum stóra kommunukanningin hjá Kringvarpinum vísir

Kavarin Ingi Sørensen hevur verið ein túr við myndatólinum niðri hjá Helenu á Borðoyarvík

Tvey og eitt hálvt ár inn í kríggið í Ukraina eru javnan video av russiskum hermonnum at síggja, sum klaga sína neyð og biðja um hjálp

Interaktivt kort frá Institute for the Study of War (ISW) vísir, hvussu langt inni í Russlandi tær ukrainsku ATACMS-rakettirnar kunnu raka mál

1. oktober tekur Anna D. Háberg við sum leiðari á Blákrossheiminum