Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

ADHD felagið: Tað var ein samd nevnd í ADHD felagnum, ið avgjørdi, at Maybritt við Strond skuldi hava ADHD viðurkenningina í 2024.

Maybritt hevur verið vegleiðari í felags ADHD- og autismuvegleiðingini síðani 2021. Eisini er Maybritt bólkaleiðari í barna- og ungdómsbólkunum í ADHD felagnum. Gjøgnum sítt arbeiði hevur Maybritt hjálpt nógvum børnum, ungum og foreldrum.

Maybritt er sera væl skikkað til at vera vegleiðari í ADHD og autismufelagnum. Hon hevur stóra vitan, nógvar royndir, og so hevur hon eitt serligt blítt og heitt lyndi, so fólk kenna seg væl, tá tey koma til hennara

Felagið hoyrir javnan frá fólki við ADHD og serliga foreldrum at børnum við ADHD, at Maybritt hevur gjørt stóran mun í lívi teirra við at lurta og geva eina framúr skikkaða vegleiðing innan alt frá at skipa gerandisdagin, til hjálpiamboð í skúlanum til at vera við sum hjásiti til truplar fundir.

Nevndin hevur eisini merkt hennara eldhuga, og hon hevur veitt nevndini fakligt innlit innan nógv øki.

ADHD felagið er errið av, at handa ársins ADHD-viðurkenning 2024 til Maybritt við Strond

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo