Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Hósdagin 24. oktober samtykti býráðið at játta samlaðu fíggingina av byggingini av nýggja frítíðarskúlanum í Kollafirði. Í gjár var sjøtul settur á hetta arbeiðið, tá gamla vatnverkið varð tikið niður.

Frítíðarskúlin skal hýsa upp til 60 frítíðarskúlabørnum frá 0.-3. flokk og til frítíðar- og ungdómstilboðið, sum nevnt verður Úthangið.

Bygningurin verður í tveimum hæddum og verður tilsamans umleið 400 fermetrar til støddar.

Staðsetingin verður við Botnánna í Kollafirði, har sum gamla vatnverkið var ímillum dagstovnin Kura og samkomuhúsið Zion. Við nýggja frítíðarskúlanum verður alt námsfrøðiligt virksemið í Kollafirði samlað við Botnánna.

Byggingin av frítíðarskúlanum er eisini ein liður í at skipa eitt trivnaðarøki í bygdini, sum verður eitt savningarstað hjá bygdafólkinum.

Fyrireikingarnar at byggja frítíðarskúlan hava verið í gongd í eina tíð, og arbeiðið byrjar sum skjótast. Frítíðarskúlin verður klárur at taka í nýtslu í november 2025.

Arbeiðstakari er Articon, sum vann útboðið í kapping við aðrar arbeiðstakarar. Samlaði byggikostnaðurin er uml. 23 mió.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo