Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Ungir muslimar í Danmark eru meira konservativir enn teir sum eru komnir upp í árini. Tað sæst í teirra áskoðan á Koranina, yvirgangsfelagsskapin Hamas og tað at velja sín egna hjúnarfelaga. 

Ein meiningarkanning, sum Jyllandsposturin kunngerð, vísir til dømis, at 55% av teimum 18-29 ára gomlu ikki halda, at Ísrael hevur rætt at vera til. Somu støðu hava bert 17% av teimum sum eru 55 ár ella eldri.

Heili 44% av ungu muslimunum í Danmark taka undir við Hamas, men hjá teimum eldru er talið einans 22%. Kanninigin vísir, at 58% av ungum muslimum í Danmark halda, at allar ásetingarnar í Koranini skulu fylgjast uttan himpr, tað sama halda 46% av teimum eldru. Og nærum annar hvør av teimum ungu, ella 47%, góðtaka ikki, at dótturin giftist einum sum ikki er muslimur. Somu hugsan hava einans 20% av eldru muslimunum í Danmark.

Framsøgufólkið í integratiónsmálum hjá Danmarksdemokratunum, Peter Skaarup, heldur, at tað rópar til himmalin, at tað eru ungu muslimarnir í Danmark sum eru mest konservativir, minst integreraðir og hanga fastir í miðøldini.

- Í Danmark er tað í lagi at ganga saman áðrenn man giftist, religiónin ræður ikki yvir statinum og vit viðurkenna statin Ísrael og góðtaka ikki yvirgang frá Hamas, sigur hann við Jyllandspostin.

Les eisini: 
Muslimar í Danmark: Álopið á Ísrael var í lagi
Nærum helvtin av muslimum í Danmark halda at Ísrael hevur ongan rætt at vera til

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo