Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í Noregi bera politistarnir ikki skotvápn uttan nakað serligt er á vási. Men tað vil politiovastin í Oslo, Ida Melbo Øystese, nú hava broytt. Hon hevur annars altíð verið ímóti, at politistarnir bera vápn. Men við VG sigur hon, at hon hevur broytt meining.

- Tá nú støðan er, at vit hava so nógvar álvarsligar støður hvønn dag, sum krevja at politistarnir eru vápnaðir, so haldi eg tað er best soleiðis, sigur hon.

Sambært henni hendir tað í miðal 10 ferðir hvønn dag, at politistar í Oslo mugu fara eftir skotvápnunum, áðrenn teir fara út til eina álvarsliga støðu.

Norski politimeistarin sigur, at tað má ikki koma hartil, at onkur politistur letur lív, tí hann ikki fær vart seg í eini støðu sum krevur, at hann hevur vápn tøkt. Men tað skal sjálvandi vera síðsti útvegur at brúka tað, leggur hon afturat. 

Í Føroyum bera politistarnir skotvápn, tí tað ger danska politiið, sum føroyska er partur av.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo