Fyrsti harudagur var í gjár, men veðrið var so sum so. Sambært hagtølunum var besti hagin Botnar í Funningi, har vórðu 41 harur skotnar við seks byrsum, sum er næstan 7 uppá byrsuna.
Tað sæst inni á síðuni haran.fo, har Eyðfinn Magnussen í fleiri ár hevur skrásett haruveiðuna.
Tilsamans vórðu 56 harður skotnar fyrsta dagin, men helst mangla nógvar skrásetingar, tí so stutt er fráliðið.
Í fjør vórðu 5.300 harur skrásettar at vera skotnar.
Hartíðin er frá 2. novembur til 31. desembur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo