Javningarprosentið verður 3,6 næsta ár.
Tað sæst í kunngerðarblaðnum, sum er komið út í dag.
Javningarprosentið ásetur eitt árligt prosenttal, sum flest allar almennar veitingar og pensjónir skulu javnast eftir. Í fjør var talið 3,8%.
Ásetingin er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo