Bretski tjóðartingslimurin Mike Amesbury úr Labour flokkinum er fyribils sendur til hús, eftir at tað er komið fram, at hann slegði ein mann niður og fleiri ferðir slerdi mannin, eftir at hann var dottin og lá niðri.
- Hatta var seinastu ferð at tú hótti ein parlamentslim, ha? hoyrist hann rópa á einum videoklippi av sendingini, sum millum annað BBC og Daily Mail vísa.
Á facebook sigur Mike Amesbury, at hann sjálvur meldaði seg til løgregluna eftir tilburðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo