Hann sum ikki girnast maktina er skikkaður at hava hana
- Plato

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(mynd: Emilie Lærke Henriksen)

(mynd: Emilie Lærke Henriksen)

(mynd: Emilie Lærke Henriksen)

Barnarættindafelagsskapurin PlanBørnefonden hevur tilnevnt føroyska felagsskapin Frítt Val, sum stríðist fyri fríari fosturtøku í Føroyum, at fáa Pigeprisen 2024.

- Talan er um ein týðandi heiður sum verður latin fólki ella bólki sum, sum gera eitt serligt avrik fyri at fremja javnræt, verður millum annað sagt í tíðindaskrivi.

Tríggjar tilnevningar verða gjørdar hvørt ár, og í fjør var tað Aka Hansen, aktivistur og filmsframleiðari, sum stríðist fyri rættindunum hjá grønlendingum, serliga kvinnum og gentum, við at seta fokus á grønlendska mentan og harvið gera áskoðanina, fleiri hava á Grønland, meira fjølbroytta.

Frítt Val varð stovnað í 2017, við tí endamál at fáa fría fosturtøku í Føroyum og hjálpa føroyskum kvinnum, sum vilja hava fosturtøku, at fáa hana, so leingi sum frí fosturtøka ikki er í Føroyum. 

Frítt Val er umboðað av 27 ára gomlu Katrin Sigurpálsdóttir Kamban (myndin) sum er ein av stovnarunum.

Avgerð um hvør fær heiðurslønina, sum er 20.000 krónur, verður avdúkað í Keypmannahavn 14. novembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo