Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Seinast Donald Trump varð valdur til forseta í USA bleiv Europa fullkomuliga tikið á bóli av tiltøkunum og ætlanunum um eitt nú revsitoll á innflutning úr Europa.

Tað skal ikki henda aftur.

Tí hevur ES nevndin sett ein arbeiðsbólk sum skal fyrireika Europa uppá enn ein sigur til Donald Trump, sum herfyri á veljarafundi í North Carolina ikki duldi fyri, at hann fer at gera "America Great Again" við at leggja toll og avgjøld á restina av heiminum.

Serliga Europa skal punga út, so handilsundirskotið kann vendast til yvirskot. Og tankin um tað fær tað at renna kalt niður eftir rygginum á teimum í Europa, sum útflyta nógv til USA. Tí Donald Trump hevur áður sagt, at tollsatsir uppá 20% eru ikki óhugsandi.

Tað verður ES nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen sum skal fyrireika eitt hóskandi svar til USA, um ætlanirnar hjá Donald Trump gerast veruleiki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo