Brimil er komin á Havnina við Rankanum sum bað um sleip tá hann var norðanfyri.
Skiparin bað um hjálp mikukvøldið, og teir komu á Havnina í gjár. Sleipið tók 27 tímar, sambært Vørn.
Í gjár var eisini boð eftir Ziska sum sleipaði ein bát sum var eystanfyri til lands. Og í Kaldbaksfirði boðaði ein bátur frá, at hann hevði fingið um skrúvuna, har fór froskmaður av Brimli niður at skera av. Tað var fyrradagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo