Tað gekk ikki eftir ætlan, tá spanski Felipe VI kongur vitjaði býin Paiporta í landslutinum Valencia, har herviligt óveður og regnflóð hava herjað.
Nógv gjørdust frá sær sjálvum, tá tey sóu kong, og byrjaðu at rópa ókvæmisorð og kasta runubløk eftir honum.
Fólk eru sera misnøgd við, at tey ikki fingu betri ávaringar um illveðrið, áðrenn tað rakti, og at ikki meira hjálp er komin frá myndugleikunum.
Yvir 200 fólk eru deyð og nógv eru ikki komin aftur í aftur, og liggja tí helst undir húsaleivdum og runu.
Kongur skuldi eisini vitja býin Chiva, men tann vitjanin er avlýst.
Eisini forsætisráðharrin Pedro Sanchez var við í ferðalagnum.
Sponsku veðurstovurnar ávarað nú um meira ringt veður sum er á veg, og tey hava biðið fólk um at halda seg innandura.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo