Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nes kommuna: Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Falkon um at leingja Høganesvegin við 180 metrum. Jóhan Berg, stjóri í Falkon og Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaðu sáttmálan.

Grótið til vegin verður fingið til vega úr lendinum oman fyri verandi veg. Tá ið vegurin er liðugur í august komandi ár, hevur kommunan eitt grundøki á áleið 3000 fermetrar, sum fer at verða boðið út til íbúðarbygging.

Niðan fyri vegin  verða 8 grundøki til sethús, og hesi verða eftir ætlan sett til sølu fram móti sumri 2025.

Kostnaðurin fyri arbeiðið verður íalt áleið kr. 3.4 mió. kr, tá er kostnaður fyri ráðgeving, projektering, eftirlit, trygging o. a. við.

Nes kommuna bað um tvey tilboð uppá arbeiðið, og Falkon hevði lægra tilboðið.

Hendan verkætlanin er enn ein roynd hjá Nes kommunu at skapa karmur fyri fjølbroyttum bústarmøguleikum. Seinastu árini eru fleiri nýgg setuhús bygd í økinum, og fleiri eru ávegis. Fyri stuttum hevur KBH bygt seks randarhús  við  Høganesvegin. KBH hevur eisini fingið eina fyribils tilsøgn um  keyp av einum lendi á 8000 fermetrar og at arbeiða víðari við at fyrireika eina íbúðarverkætlan í økinum oman fyri randarhúsini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo