Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur: Í gjárkvøldið var Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi víst beinleiðis í Kringvarpi Føroya, har fólk og fyritøkur høvdu møguleika at stuðla hjálpararbeiðinum. Vit eru ómetaliga takksom fyri stóra stuðulin og góðu undirtøkuna – tað er rørandi at merkja, hvussu stórur hugurin at stuðla er ímillum føroyingar. 

Av tekniskum trupulleikum hjá Føroya Tele eydnaðist tað tó ikki at kunngera vinnaran av nýggja elbilinum ella endaligu upphæddina undir sendingini sum ætlað. Men vit fara at kunngera bæði endaligu upphæddina og at ringja til hepna vinnaran í Góðan Morgun Føroyar í morgin. So fylg við í útvarpinum týsmorgunin aftaná kl. 09:00. 

Hetta merkir, at tað framvegis ber til at stuðla. Fram til midnátt í nátt, mánakvøldið, ber til at vera við í lutakastinum um bilin - ring 905656 ella far inn á hjalp.fo fyri at vera við í lutakastinum. 

Eisini ber til at stuðla uttan at vera við í lutakastinum - sí kontonummur og aðrar stuðulsmøguleikar á heimasíðuni https://redcross.fo/handil/ 

Hjartans tøkk til øll, ið stuðla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo