Sunda kommuna: Nýggjur havnameistari og tilbúgvingarleiðari varð lýst leyst í september. Talan er um eitt fjølbreitt og samansett starv, og Sunda kommuna ynskti ein við sjóvinnuligari-, tilbúgvingarligari- ella handverksligari útbúgving.
8 umsøkjarar vóru til starvið, og Sunda kommuna hevur nú sett Magnus Madsen í starvið. Magnus er 52 ára gamal kvívíkingur búsitandi í Leynum. Magnus er útbúgvin maskinmeistari, innsatsleiðari og elektrikari. Magnus kemur úr starvi í Vága Floghavn, har hann hevur starvast síðan 2007, fyrst sum brandmaður og síðan sum átaksleiðari síðan 2012.
Magnus byrjar í starvinum í november.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo