Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seinnapartin í dag sleipaði norska vaktartænastan føroyska Naddodd til Måløy

Eitt ár eftir at Explorer Club-limir doyðu í kavbátinum "Titan", rakar vanlukkan aftur. Tvey av manningini við Naddoddi vóru Explorer Club-limir

- Nú tosa hvølparnir í Paw Patrol føroyskt, og hvølparnir hava fingið føroysk nøvn og eita nú Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur – Reidar er liðskipari og Paw Patrol eitur nú Labbaliðið

Aftur í ár er føroyska landsliðið við í Continental Sheepdog Championship (CSC)

Saknaða amerikanska kvinnan er funnin deyð, skrivar VG. Tað var KV «Bergen» sum fann Naddodd, og saknaða amerikanska kvinnan var funnin nakrar hundrað metrar frá Naddoddi

Norska bjargingartænastan leitar framvegis eftir tí seinasta av manningini á Naddoddi

- Livar Nysted hevur ringt heim og hann hevur tað eftir umstøðunum gott, skrivar konan á Facebook

Sambært Bergens Tidende eru teir fimm persónarnir, sum er bjargaðir higartil, á hotelli í Florø, har norska løgreglan fer at tosa við teir

Ákæruvaldið í USA hevur broytt ákæruna móti Donald Trump í málinum har hann er ákærdur fyri at hava roynt at broyta valúrslitið í 2020

Føroyska MRCC váttar fyri Bergens Tidende at talan er um Naddodd sum skuldi sigla til Noregs og har roynt verður at bjarga allari manningini sum telur seks

Bjargingarroynd er sett í verk eftir at eitt víkingaskip úr Føroyum sambært VG við seks persónum umborð sendi út neyðarkall vestan fyri Stad í Noreg

Russiska sjónvarpsrásin TNT er farin undir upptøkur til skemtirøð um ongan annan enn Joe Biden. Tað skrivar rásin á Telegram

- Í samband við serflutning, verður Norðskálatunnilin stongdur í kvøld á midnátt og til kl. 03 mikumorgunin, sigur Landsverk

Fútin vísir aftur, at sparing á 5 milliónir fer at raka trygdina. Fútin vísir eisini aftur, at løgreglan er undirmannað, og at tað stendur so illa til, sum Politistafelagið vil vera við, skrivar KVF

Ísraelski herurin (IDF) hevur í samstarvi við ísraelskar trygdardeildir bjargað gísla, sum Hamas burturflutti undir álopinum tann 7. oktobur

Í dag var Nónhamar søktur á Borðoyarvík

Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsrygginum

– Hetta er ein gáva, vit eru serstakliga fegin um.

Tað segði Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tá ið umboð fyri Lions Suðuroy vóru á gátt á sjúkrahúsinum hendan dagin við eini peningagávu

- Úrslitini vístu harumframt, at stórir munir eru í arbeiðsumhvørvi, heilsu og trivnaði upp á tvørs av teimum 11 starvsbólkunum, ið eru umfevndir í kanningini.

Fleiri eru framvegis ikki komin aftur í aftur

Eisini er onkur, sum ikki er komin aftur í aftur

Maðurin skal hava játtað seg sekan

Onkur bátur hevur verið og roynt vestanfyri, men fongurin var lítil

Eitt umfatandi álop á Ísrael er sett í verk sum hevnd fyri, at Ísrael hevur beint fyri leiðaranum í islamiska yvirgangsfelagsskapinum

Tilsamans 230 herfólk eru komin heim aftur ella eru á veg heim aftur

Gerningspersónurin hevur stungið fleiri við knívi og er framvegis ikki handtikin

USA hevur í dag sett í verk sanksjónir móti yvir 400 fyritøkum og persónum, sum stuðla Russlandi í krígnum í Ukraina

Í dag var nýggja innandura skjótihøllin í Norðadali hjá løgregluni tikin í nýtslu

Nú stundar aftur móti árligu Menningarnóttini í Reykjavík, har býurin er um at kóka yvir av mentan, veitslulagi og fólki í góðum lag

Í dag verður farið undir arbeiðið at gera klárt at seta standmyndina av Andreu Árting upp í Steinatúni

Seint í gjákvøldið skrivaðu íslendskir miðlar, at nú er aftur farið at goysa í Grindavík í Íslandi

Eldur er á havnini í Kavkaz í Russlandi, eftir at ein ferja, sum var lastað við brennievni, varð álopin, upplýsa lokalu myndugleikarnir

Fyrr í vikuni skuldu motorarnir royndarkoyrast á týskari rakett, sum seinni í ár skal skjótast upp frá SaxaVord Spaceport á oynni Unst í Hetlandi, men eldur kom í rakettina

- Í fjórða hvørjum húski býr bara eitt fólk

Skjótihøllin hevur kostað umleið 14 milliónir krónur at byggja, og Føroya Politi hevur nú nakrar av teimum bestu skjótifacilitetunum í danska politinum

Fólk frá VIA University College í Viborg eru í løtuni í Føroyum og kunna um útbúgvingina sum meritnámsfrøðingur. Í gjár var kunningarfundur á Finsen

Fyrra hálvár í ár vóru 280 børn fødd. Tað eru 25 færri samanborið við fyrra hálvár í fjør

Dagsins Deadline-sending er um Watson-málið

Mike Lynch og dóttirin Hannah er funnin umborð á luksusjáttini sum sakk uttanfyri Sisiliu mánadagin

- Í sambandi við fyrireiking til hosufóðring av kloakk í Fr. Petersens gøtu, verður heitt á bilførarar um at vísa varsemi meðan arbeiðið fer fram mikukvøldið 21. august frá kl. 21 til 23

Fjølmótstøðuførar tarmbakteriur eru ein vaksandi trupulleiki á donskum sjúkrahúsum

Á Strondum, í Syðrugøtu, Saltangará og Skopun vaks fólkatalið heilt fitt

Fólkatalið vaks við 333 persónum seinasta árið, og 1. juli búðu 54.815 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,6%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði

Verjin hjá Paul Watson vil hava avgerðina hjá Grønlendska landsrættinum fyri Hægstarætt

Nýggi deildarstjórin í FK í Hoyvík, Jan Djurholm, er uppvaksin í Danmark og kemur til Føroya, úr einum starvi í Grønlandi

Maria Branyas, sum inntil nú hevur verið elsta fólk í heiminum, er deyð 117 ára gomul, upplýsur hennara familja á X

- Eg upplivdi fleiri undurverk í gjárkvøldið í Nuuk forsamlingshus, skrivar kendi grønlendski politikarin Lars Emil Johansen

Ísraelski herurin hevur verið eftir seks ísraelskum gíslum í Gasageiranum, skrivar avísin Haaretz

The Viking Voyage – ferðin til Norra – við seksæringinum Naddoddi av Tvøroyri er útsett fyri í fyrsta lagi veður, og í øðrum lagi er báturin ikki heilt klárur enn

Aftur í ár luttóku granskarar á Havstovuni á Sjómannadegnum í Klaksvík. Uppgávan var at kanna fisk, sum børnini høvdu fiskað fríggjakvøldið, tá fiskikapping varð fyriskipað