Herviliga Listeria monocytogenes bakterian er eftir øllum at døma orsøk til, at sjey fólk í Danmark eru løgd inn á sjúkrahús og ein teirra er deyður minni enn 30 dagar eftir at bakterian varð funnin, tað sigur Statens Seruminstitut í einum tíðindaskrivi, sum dr.dk endurgevur úr.
Tað er fyritøkan Jeka Fish sum hevur gjørt frikadellurnar, sum nú eru afturkallaðar.
SSI sigur, at vanliga er vandin fyri at blíva sjúkur sera lítil. Serliga gomul fólk, barnakonur og tey við veikari immunverju eru vandabólkar.
Sama fyritøka fekk 60.000 krónur í bót í 2022 fyri at selja frikadellur, sum vóru fongdar við Listeria.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo