Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Landskassin fer at fíggja tunnilin, og tí veksur skuldin. Roknast kann eisini við, at rentan fer at hækka, sigur Malan Johansen við KVF

Europeisku flogfeløgini Air France og Lufthansa gevast at flúgva til Tel Aviv til og við hósdegnum "av trygdarstøðuni lokalt"

Umfatandi brandvenjing er í Vestmanna í kvøld, fleiri sløkkilið luttaka

Minst átta persónar doyðu og 2800 eru skaddir í einum samskipaðum persónsleitara-álopi í Libanon seinnapartin í dag

Í Grasagarði er nýggjur, sermerktur bonkur settur upp. Endamálið við bonkinum er at varpa ljós á demenssjúkur millum fólk

Hvussu skapa vit eitt matumhvørvi í Føroyum, sum stuðlar undir sunn val? Hetta var yvirskipaði spurningurin á ráðstevnu, sum Heilsustýrið og Fróðskaparsetrið skipaðu fyri leygardagin

Handilsjavnin av vørum hevur havt stór yvirskot seinanstu nógvu árini og var yvirskotið 1,5 mia. í juni 2024 og 2,3 mia. kr. um skip og flogfør ikki teljast við

Búskapurin veksur framvegis. Búskaparráðið metir, at vøksturin í BTÚ var 5,6% í 2023, verður 4,7% í ár og 3,3% í 2025 í leypandi prísum

Innanhýsis russisk dokument vísa, hvussu ræðuátøk skulu fáa europearar til at stúra fyri einum nýggjum heimskríggi

- Borgarstjórar úr seks kommunum í Íslandi vóru í gjár á Ráðhúsinum í Havn og vitjaðu Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu

Sunnudagin klokkan 14 verður tiltak í Steinatúni, har standmyndin av Andreu Árting verður avdúkað

Í fleiri ár hevur nógv frítíðarvirksemi verið á skrá. Nú ynskir Eysturkommuna at gera tað enn lættari fyri borgaran, at síggja ríka úrvalið av tiltøkum í kommununi

Nýggi oljutangin hjá SEV á Sundi er somikið illa farin, at alt arbeiðið møguliga skal gerast av nýggjum, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, við KVF

Argjavegurin verður stongdur frá klokkan 23 í kvøld í sambandi við asfaltering

Tórshavnar- og Klaksvíkar kommuna høvdu í juni 2024 eina skuld á umleið 400 mió. kr. í part, og skuldin hjá Runavíkar kommunu nærkast 200 mió. kr.

North Atlantic Native Sheep and Wool Conference eitur ráðstevnan, sum júst hevur verið í Havn. Ráðstevnan byrjaði 15.september og endaði í gjár

Álopsdeildin í ukrainska herinum, Bulava, sigur seg hava gjørt góðar royndir við heimsins fyrstu dronu sum skjýtur granatir

- Um tú gerst arbeiðsleys/ur, er tað nú enn lættari og tryggari at avgreiða tíni viðurskifti við ALS, nú vit eru á Vanganum, har fleiri aðrir veitarar eisini hava sínar avgreiðslur

Ein 58 ára gamal maður, Ryan Wesley Routh, er sambært fleiri amerikanskum miðlum, persónurin sum ætlaði at myrða Donald Trump

Um vikuskiftið var Kiwanisting í Føroyum fyri Føroyar og Ísland. Umleið 300 fólk luttóku

Ferrverandi amerikanski forsetin er tó óskaddur

- Annars fært tú klipp í koyrikortið

Í fjør setti Prestafelag Føroya fram ynski um at gerast sjálvstøðugir limir í NPS

- Tað kemur an uppá, hvør tekur telefonina hjá politinum, sigur Diana K. Kongsbak, forkvinna

Lis hevur drúgvar royndir sum prestur. Tey seinastu 12 árini hevur hon verið prestur í Sorø Klosterkirke

Tað sum eyga ikki sær, hugsa vit ikki nógv um. Tað var sjón fyri søgn í Klaksvík henda dagin, tá stórar nøgdir av óruddi vórðu fingnar upp úr sjónum framvið bryggjukantinum

- Tá ein sandingur vaknaði í morgun fekk hon ein hvøkk, tí í túninum stóð ein fremmandur bilur, skrivar Sands kommuna á Facebook

Tað var nógvur vindur onkra løtu síðstu nátt og har sum tað er ábart eru onkrir smávegis skaðar hendir

Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.770.000 kr. Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, var handaður Ragnari Isaksen vegna Cystisk fibrosufelagið á samkomu í Aulini í Eysturskúlanum í dag

Í vikuni hava umboð fyri Vestmanna bygdarráð verið á vinarbýarvitjan í Snæfelsbær í Íslandi

Eitt stórt skriðulop gjørdi, at henda risaaldan reisti seg og gjørdi um seg í dagavís í Dicksonfjørðinum í landnyrðingspartinum í Grønlandi

Tórsgøta verður stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn leygardagin 14. september frá klokkan 10 til 16 í sambandi við tiltakið Bryggjulaksur

Ukrainski herurin er farin at brúka nýtt slag av dronum móti russum. Tær seta eld á við flótandi metali

Hundaførarin Finn Hansen og politihundur hansara Tobbi fingu í gjár heiðurssteypið, sum árliga verður latið einum hundaførara í danska kongaríkinum, sum hevur gjørt eitt heilt serligt hjálparavrik

Kringvarpið fer at senda hópin av føroyskum sendingum og dokumentarum í sjónvarpinum í heyst og í vetur

Sólaktiviteturin er í hæddini, sum hann ikki hevur verið í 20 ár, og tað gevur vakurt norðlýsið um okkara leiðir

Svenska stjórnin vil í samstarvi við Svøríkidemokratunum gera tað meira attraktivt hjá tilflytarum at flyta aftur til heimlandið

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall

Meðan skipið liggur við kei, fer tað at gera nakrar dronuflúgvingar yvir sjónum, við tí endamáli at gera venjingar og at taka myndir av skipinum. Dronan er óvápnað

Eyka koppseting móti covid-19 gevur týðandi heilsufyrimun hjá persónum við vánaligari immunverju, vísir ein nýggj norðurlendsk kanning

Sum spátt varð fyrr í vikuni, so vóru fjøllini hvít í morgun. Hann gekk upp í norðan seinnapartin mánadagin, og hann hevur ligið tráur millum norðan og útnyrðing líka síðan

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Løgmansskrivstovan ikki tulkar reglurnar um eftirløn við 60 ára aldur í landsstýrislønarlógini á rættan hátt

Í sambandi við fresiarbeiði av vestara vegbana á R.C. Effersøesgøtu verður eingin ferðsla frá Gundadalsvegnum oman til rundkoyringin við SMS frá í kvøld 11. septembur kl. 21 til hósmorgun 12. septembur kl. 6

Nú ber aftur til at tekna seg til lutakast um grundstykkir í Hamrabøi í Kollafirði, ið eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu. Talan er um fýra grundstykki í útstykking frá 2017

- Vit hava havt eitt gott samstarv, men okkurt skal barnið eita, nú tað stundar til kommunuval, segði Heðin Mortensen í Breddanum fyrrapartin

Tí hevur leiðslan í eldrasamstarvinum VEKS júst verið í Týsklandi á eini ráðstevnu, ið snúði seg um tøkni og tøkniliga menning í sambandi við eldraøkið, skrivar KVF

Ukrainska dronuálopið í nátt á russiska høvuðsstaðin er tað størsta dronuálopið síðani kríggið byrjaði

Tað er ikki brot á mannarættindi, at ein transpersónur situr sín dóm saman við monnum. Tað hevur Hægstirættur avgjørt í dag

- Fólkatalið í Húsavíkar kommunu vaks við tíggju fólkum, og tað hevur síðan 1. august í fjør gjørt Húsavíkar kommunu fólkaríkari enn Hovs kommuna

Fólkatalið vaks við 296 persónum seinasta árið, og 1. august búðu 54.908 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,5%, sum er minsti árligi vøkstur síðan fólkavøksturin byrjaði fyri á leið tíggju árum síðani