Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fyrrapartin í dag er rættarhølið 1 í rættinum í Grønlandi á tremur við áhoyrarum, sum vilja fylgja málinum viðvíkjandi Paul Watson

Føroyingar meta seg sum heild hava góða heilsu. Tað vísir nýggjasta frágreiðingin “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023 hjá Heilsustýrinum

- Í 2022 var parturin av fólki í fátækaváða 7,6 prosent. Tað er nærum á sama stigi, sum í 2021, 2020 og 2019

Rakettálopið hjá Iran á Ísrael í dag miseydnaðist. Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu

IDF sigur seg eisini hava dripið Muhammad Jaafar Qasir, kommandørur fyri vápnaflutninginum úr Iran til Hizbollah

Føroyska sendistovan í Moskva er framvegis á fíggjarlógini, men sendimaðurin situr heima í Føroyum, skrivar KVF

Um 200 rakettir eru skotnar úr Iran móti Ísrael, sambært útvarpinum hjá ísraelska herinum

Nýggj kanning hjá Statens Serum Institut vísir, at covid-19 hevur verið sett í samband við tvífalt so nógvar innleggingar og deyða tá sammett verður við influensu

Á Býarbókasavninum í Havn ber nú til at lesa fleiri enn 7.000 bløð á 64 málum úr 155 londum. Talan er um talgild dagbløð, vikubløð og tíðarrit frá blaðveitaranum PressReader

- Fyrrapartin í gjár var fundur á kommunuskrivstovuni, har Hans Korsgaard, stjóri í Innspark, avhendaði arbeiðini til Súna í Hjøllum, borgarstjóra í Nes kommunu

- Føroyska veljarafjøldin er ósamd í spurninginum um framhaldandi fiskiveiðusamstarv við Russland

Eldraøkið liggur hjá kommunum, og tað verða munandi fleiri eldri næstu nógvu árini. Kommunurnar eru 29 í tali og sera ymiskar, bæði í aldursamanseting av íbúgvunum og inntøkugrundarlagnum

Herurin í Ísrael (IDF) hevur byrjað eitt avmarkað landálop í syðra parti av Libanon

13 fyrrverandi starvsfólk á Frihedsbrevet siga frá einum ótryggum arbeiðsumhvørvi, sum gjørdi at fleiri fingu stress og gav tímar hjá sálarfrøðingi

Fleiri danskarar fingu síðsta ár staðfest krabbamein, verður samanborið við árið fyri

Kanningarúrslit hava víst, at tveir ravnar, sum vóru funnir í Leynum, vóru smittaðir við fuglakrími

Tyrlan var eftir fjallmanni á Sandoynni um vikuskiftið. Viðkomandi hevði fingið skaða í beinið

Hinir flokkarnir hava tó boðað frá, at teir ikki vilja samstarva við flokkin sum er undir leiðslu av Herbert Kickl

Høvdið er høgt av Hizbollah, men leivdirnar kunnu framvegis gera ónáðir. Ímeðan bíðað verður eftir næsta leiki teknar seg ein mynd av, hvussu Ísrael í áravís hevur havt ringasta fíggindan í siktinum

Donald Trump hevur vissað ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj um, at hann stuðlar Ukraina í krígnum ímóti Russlandi

Vestmanna, Kvívíkar-, Sunda- og Tórshavnar kommunur hava gjørt avtalu um eitt felags átak fyri at týna rottu í øllum hagapørtum og skorum á Streymoynni

Herurin í Ísrael (IDF) sigur seg hava rakt yvir 140 Hizbollah-mál seinasta døgnið. Millum teirra er Hizbollah-leiðarin Hassan Nasrallah (64)

Heimurin heldur ondini, eftir at Ísrael síðstu nátt framdi umfatandi álop á Hizbollah mál í Beirut

Ovasti leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, hevur verið mál hjá Ísrael, og talspersónur fyri myndugleikarnar sigur við CNN at tað er ov tíðliga at siga um Nasrallah er dripin í álopinum fríggjadagin á Beirut

Á miðlafagnaðinum á Vísindavøkuni í dag varð kunngjørt, at miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2024 verður latin Silas Olofson

Fía Lindenskov, integrasjónssamskipari í Tórshavnar kommunu, luttekur í hesum døgum á ráðstevnu í Oslo, har hon er føroyska uppskotið til heiðurin The Blaze Inclusion Awards

Ólógliga goymslan var funnin í eini húsarannsókn mikudagin. Eingin er tikin í málinum, skrivar KVF

Tvøroyrar Skjalasavn, ið varð sett á stovn í 2018, er í støðugari menning. Tilfar floymir inn hvørja einastu viku

Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp á hvørja aðra

- Hjarta- og æðrasjúkur eru nummar eitt drepari um allan heimin og talið av fólki, sum liva við hjarta- og æðrasjúkum, er vaksandi

- Vit hava bíðað í alt ár eftir, at ein arbeiðsbólkur fer til verka, so fleiri børn fáa møguleika at koma til fosturs heldur enn á stovn

Dómurin hjá Føroya rætti, sum ein 21 ára gamal maður fekk fyri millum annað neyðtøku, stendur við. Hann er ikki appelleraður til Landsrættin. Maðurin fekk fimm ára fongulsrevsing, skrivar KVF

Ódnin Helena er nú ein katagori 4 ódn

Sníkarnir hava lagt hald á allar telduskipanirnar hjá Klaksvíkar kommunu, men hava ikki enn kravt nakað loysigjald, segði borgarstjórin við Útvarpið seinnapartin í dag

Seinnapartin vitjaði Hannes Heimisson, íslendskur aðalkonsul í Føroyum, Tórshavnar kommunu

Sjónleikarin Pilou Asbæk er harmur um umtaluna eftir ein døgurða í Føroyum saman við matummælaranum hjá Berlingske Søren Frank

- Vit vita ikki, hvat Suðuroyartunnilin fer at kosta, fyrr enn arbeiðið er boðið út, staðfestu løgmaður og Erhard Joensen, limur í politiska fylgibólkinum, í Breddanum fyrrapartin

Umboðsmaðurin var ósamdur í, at ráðið sambært býarskipanarlógini ikki kundi taka støðu til innihaldið í einari broyting av byggisamtykt, ið ein kommuna hevði samtykt

Fjórða árið á rað eggjar átakið, Virkin oktober, einstaklingum, arbeiðsplássum og øðrum felagsskapum til at styrkja um sálarligu heilsuna við at vera virkin á ymsan hátt

Búskaparráðið metir hallið á fíggjarlógini at verða slakar 560 mió. kr. í 2024 og 480 mió. kr. í 2025

Búskaparráðið mælir politisku skipanini til at seta í verk eitt fíggjarpolitisk regluverk. Fíggjarpolitiska regluverkið skal tryggja, at tamarhald fæst á útreiðsluvøkstrinum

Fyri smáum tveimum mánaðum síðan var vaktarskifti á adressuni Ydun Reyngøta 9 í høvuðsborgini. Hannes Heimisson gjørdist sendiharri og aðalræðismaður íslendinga í Føroyum frá og við 1. august í ár

Verjuovastin í Ísrael biður hermenninar gera seg klárar til «møguliga innrás» í Libanon. Tað skrivar tíðindastovan Reuters

Norrønu umhvørvis- og veðurlagsráðharrarnir taka enn eitt stig í arbeiðinum viðvíkjandi plastdálking við eini yvirlýsing um mikroplast

Eisini spyr løgtingsmaður landsstýrismann um skýggjanýtslu hjá føroyskum børnum og ungum

Eskjurnar skulu latast inn 27. okt. Á heimasíðuni hjá Christmas Child Føroyar ber til at síggja, hvar eskjurnar kunnu latast inn

Forsetavalevni hjá Republikanarunum Donald Trump hevur fleiri ferðir sagt, at hann kann steðga krígnum í Ukraina

- Øll kunnu gerast offur fyri netálopum. Hesa ferð er tað Klaksvíkar kommuna. Vit fylgja støðuni og harmast almikið, at henda støðan er íkomin, sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni

Ein maður í 30'unum er varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at deila pornografiskt tilfar av børnum

Í dag var Andreas Mogensen, rúmdarfarari, á vitjan hjá Tórshavnar kommunu, sum bjóðaði rúmdarfararanum og fylgi miðmála