Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á aðalfundi tann 02.11.2024, sum varð hildin í Mettustovu hevur Sosialráðgevarafelag Føroya skipað seg við nýggjari nevnd.

Í nevndina vóru vald Hallbjørg Lamhauge, forkvinna, Karin Reginsdóttir Joensen, kassameistari, Duruta Hentze Sørensen, skrivari. Sum eykalimir vóru valdar Rúna Sivertsen og Harryet Lava.

Sosialráðgevar fyriskipa, samskipa og útinna sosialt arbeiði. Teir arbeiða fyri tað mesta hjá almennum myndugleikum. Teir arbeiða við børnum, ungum, familjum, arbeiðsleysum og fólki við ymsum avbjóðingum.

Missjónin hjá sosialráðgevum er at fyribyrgja og loysa trupulleikar í eini tilgongd, har tann einstaki borgarin er í miðdeplinum. Teir arbeiða fyri sosialari broyting í samfelagnum og fyri at seta sosialfakligheitina á breddan.

Sosialráðgevarafelag Føroya er eitt áhugafelag sum røkir faklig og lønarlig áhugamál hjá limunum og felagið hevur sínar egnu viðtøkur. Lønarsamráðingar og onnur fakpolitisk áhugamál liggja hjá fakfeløgum, sum hava samráðingarrætt.

Málsetningurin hjá Sosialrágevarafelagnum er at:

  • skapa karmar fyri samskifti millum limirnar í Sosialráðgevarafelagnum,

  • styrkja fakliga samleikan hjá sosialráðgevarum,

  • ávirka samfelagsgongdina út frá sjónarhorninum hjá sosialráðgevanum,

  • vera við í samfelagskjaki um sosialan ójavna.

Á heimasíðuni http://www.srf.fo ber til at lesa um søguna og arbeiðið hjá sosialráðgevunum í Føroyum, umframt aðrar upplýsingar um felag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo