Umboðsmaðurin hevur fingið eina klagu um, at eitt barn, ið hevur serligar avbjóðingar, ikki fekk tilboð um frítíðarskúla, tá skúlarnir høvdu frí, av tí at upplatingartíðin hjá frítíðarskúlanum fylgdi skúlagongdini. Klagað varð í hesum sambandi um, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið ikki enn hevði framt eina fráboðaða endurskoðan av dagstovnalógini.
Umboðsmaðurin helt tað vera harmiligt, at arbeiðið við endurskoðanini ikki var komið longri, men helt seg ikki hava grundarlag fyri at átala Barna- og útbúgvingarmálaráðið fyri nýttu málsviðgerðartíðina. Umboðsmaðurin mælti tó til, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevði Barnarættindasáttmálan í huga í sambandi við arbeiðið at endurskoða dagstovnalógina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo