Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sonur hennara, Marius Borg Høiby (myndin), er skuldsettur fyri at vera harðligur ímóti fleiri av sínum fyrrverandi unnustum. Í tí sambandinum vil politiið eisini avhoyra mammuna, men higartil hevur verið ógreitt, hvørjar heimildir politiið hevur at avhoyra ein trúnarving, sum er vardur av órini.

Men nú er greitt, at Mette-Marit, krúnprinsessa, skal avhoyrast, skrivar VG

Norskir miðlar hava avdúkað, at Mette-Marit hevur gjørt seg til part av málinum ímóti soninum, millum annað skal hon hava sett seg í samband við onkra av hasara fyrrverandi unnustum, sum hava meldað hann fyri harðskap.

Norsk lóg ásetur, at ongin uttan sjálvur kongur hava órin, immunitet, men serligar reglur eru tó galdandi fyri tey kongaligu, um hesi koma í hóslag við ákæruvaldið. 

Marius Borg Høiby er ikki sonur Hákun krúnprins. Mette-Marit átti hann, áðrenn hon gjørdist krúnprinsessa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo