Iranska moralpolitiið hevur handtikið eina unga kvinnu sum lat seg úr klæðunum uttanfyri lærda háskúlan í høvuðsstaðnum Teheran. Kvinnan hevði verið í hóslag við moralpolitiið áðrenn, tá skrædnaðu klæðini hjá henni, og eftir tað gjørdi hon ikki mætari enn at lata seg úr øllum.
Sera strangar lógir eru um, hvussu kvinnur skulu ganga ílætnar í Iran, og moralpolitiið hevur millum annað til uppgávu at syrgja fyri, at forskriftirnar verða hildnar hvat hesum viðvíkir. Men ikki øll góðtaka tað, og stórar mótmælisgongur eru javnan ímóti harðrendu reglunum.
Myndugleikarnir søgdu eftir hendingina, og gentan hevði sálarligar avbjóðingar.
A student at Iran’s University of Science and Research, after being harassed and confronted by security officers over her hijab, during which her clothes were torn, removed her clothing in protest and sat down in the middle of the campus.
— Saman Rasoulpour (@SamRasoulpour) November 2, 2024
یک دانشجوی دانشگاه علوم و تحقیقات ایران… pic.twitter.com/p5OqITfopE
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo