Fólk í írska høvuðsstaðnum Dublin vita ikki, um tey skulu flenna ella gráta, eftir at eitt stórt tiltak, sum lokkaði fleiri túsund fólk at koma, vísti seg ikki at vera til.
The Independent skrivar um tiltakið, eina Halloween skrúðgongu, sum skuldi vera í miðbýnum. Fólk komu at hyggja, men har kom ongin skrúðgonga.
Tað vísti seg seinni, at tiltakið var uppfunnið av eini heimasíðu í Pakistan, gjørd við vitlíki. Og endamálið var at kanna, hvussu tíðindi kun fáa eina betri støðu í Google.
Fyritøkan handa síðuna og -tíðindini hevur aftaná biðið um umbering fyri falstíðindini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo