Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Okkurt bendir á, at samstundis sum tað eru summi, sum ikki drekka nóg nógv vatn, so eru tað eisini tey, sum fáa ríkiliga nógv. Hví so er, er ikki vist, men kanska tað hongur saman við, at vatn nú fæst til keyps á fløsku, og at tað er tann kommersialiseringin sum hevur gjørt, at fólk gjøgnum lýsingar eru farin at halda, at tað er bara at drekka nokk.

Men heilt so einfalt er tað ikki, og nú siga læknarnir, at talið á teimum sum leita sær hjálp, tí tey halda okkurt álvarsligt er á vási, men har sum tað seinni vísir seg, at tey bara drekka ov nógv vatn, er vaksandi.

- Eg hevði ein mann inni hjá mær sum drakk einar sjey litrar hvønn dag. Tað er sjálvandi ikki vanligt, men tað er púra vanligt, at fólk siga seg drekka tríggjar til fýra litrar hvønn dag, sigur Mikkel Fode, sum er professari og urologur á sjúkrahúsunum í Herlev og Gentofte við Jyllandspostin.

- Fólk halda seg vera sjúk, tí tey skulu á vesi alla tíðina. Men tey drekka bara alt for nógv vatn, sigur hann, og minnir á, at tað er nakað sum minkar um lívskvalitetin, tá tú skalt á vesi í tíð og úrtíð.

- Tað er nóg nógv hjá einum vanligum fólki at drekka hálvan annan til tveir litrar av vætu um dagin. Og tá er alt talt við, eisini kaffi, te, vatn, sodavatn og hvat fólk annars drekka, sigur hann.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo