Í dag kemur nýggj 20 króna frá danska Tjóðbankanum.
Hon er sum kunnugt eisini galdandi sum lógligt gjaldoyra í Føroyum.
Hon líkist teimum sum hava verið, men Fríðrikur Kongur er nú á myntini.
Sjálvt um eini 90% av øllum gjaldingum nú henda við korti heldur enn vanligum pengaseðlum og -myntum, so verða kontantu pengarnir framvegis brúktir, eisini tí teir eru ein partur av tilbúgvingini, um elektronisku gjaldshættirnir skuldu sviki.
Seinni fáa eisini smærru myntirnir mynd av konginum, sigur Tjóðbankin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo