Erkibiskupurin í Puerto Riko, Roberto O. Gonzalez, vil hava eina persónliga umbering frá Donald Trump.
Tað skrivar BBC.
- Tað er ikki nóg mikið, at tín kampanja hevur biðið um umbering. Tað er týðandi, at tú persónliga gert tað, sigur erkibiskupurin sambært BBC, skrivar TV 2.
Hetta kemur beint eftir, at komikarin Tony Hinchcliffe í eini talu á veljarafundinum hjá Donald Trump í New York sunnudagin skemtaði við at "Puerto Riko er ein flótandi ruskoyggj."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo