Andersen Beding á Strondum hevði eitt gott ár í fjør. Heilar 8,4 mió kr lógu eftir á botnlinjuni, og tað er besta ár nakrantíð hjá felagnum, sum seinastu árini hevur verið merkt av serliga góðum rakstri men annars øll árini í yvirlitinum hjá Vinnuvitan.biz (tað er frá 2004 til 2023) hevur havt yvirskot.
Andersen Beding er vorðið kent fyri sína góðsku og skjótleika, og uttan iva er tað hetta sum ger, at tað fæst at bera so væl til hjá teimum. Í fjør vaks bruttoninningurin úr 12 uppí 16 mió kr, men útreiðslusíðan vaks ikki nakað nevnivert, og tí nærum tvífaldaðist úrslitið.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 44 mió kr og eginognin var heilar 40 mió kr.
Jóhann Andersen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo