Bilframleiðarin Ford Motor afturkallar í dag 668.000 F-150 pickup-bilar av 2014-slagnum.
Tað skrivar Reuters.
Orsøkin er feilur í girkassanum, sum kann gera at bilurin brádliga skiftir niður til fyrsta gir.
Hesin pickuppurin hjá Ford hevur verið tann best seljandi í USA í 40 ár, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo