Pílarnir vendu rættan veg hjá Thor samtakinum í fjør. Sølan vaks úr 394 til 459 mió kr, og úrslitið fór sama veg, eftir skatt var tað 64 mió kr í fjør sum skal samanberast við smáar 40 mió kr í 2022.
Thor, sum hevur heimstað í Hósvík, fæst við frálandavinnu, fiskivinnu og sølu av fiskaúrdráttum.
Um framtíðina verður sagt, at útlitini eru nøktandi.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 764 mió kr, eginognin var 309 mió kr.
Hans Andrias Kelduberg og Per Lund Gulklett eru stjórar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo