Faroe Marine Products ella Høvdavirkið í Leirvík, sum tað ofta verður nevnt á mannamunni, hevði 20 mió kr í halli í fjør. Tað skal samanberast við ein lítlan vinning uppá 351 tkr árið fyri.
Bruttovinningurin minkaði heilt munandi í fjør, úr 26 niður í 14 mió kr, samstundis sum útreiðslusíðan vaks. Eitt nú vuksu fíggjarligu útreiðslurnar úr 3,8 til 7,2 mió kr.
Javnin var 162 mió kr við árslok, men eginognin er tódnað niður í 12 mió kr. Tað er eftir at Varðin tók um endan. Kontanta kapitalhækkingin var 10 mió kr og samlaða skuldin var við árslok 104 mió kr, harav 43 mió kr til atknýttar fyritøkur. Grannskoðarin ger sína notu um "óvissu um going concern" men leiðslan væntar frægari úrslit í ár, og hevur sett roknskapin upp samsvarandi tí.
Í leiðslufrágreiðingini verður millum annað sagt, at flestu nýggju skipini, sum eru komin í flotan, eru frystiskip, og harvið koma til dømis høvdini ikki til lands og tað er vorðið lættari at umseta tann frysta fiskin á altjóða marknaðinum. Hetta ger, at høvuðsrávøran hjá virkinum er nógv minkað og gerst alt verri at fáa fatur á. Av tí sama hevur tað verið tørført at fáa støðugt arbeiði í framleiðsluna, og fyri at betra um hetta hevur felagið tey seinnu árini eisini keypt rávøru úr Íslandi. Fiskimálaráðið hevur gjørt uppskot til kunngerð um at alt lívfrøðiligt tilfar frá veiðu skal landast um bryggjukant í Føroyum. Hetta kann viðføra, at rávørugrundarlagið hjá virkinum økist aftur.
Jákup Eli Thomsen er stjóri í Faroe Marine Products.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo