Tað er tungt hoyggj at draga at reka venjingarmiðstøðir í Føroyum. Tað eru roknskapirnir hjá kropsvenjingarmiðstøðunum dømi um. Tann hjá Burn Fitness fyri 2023 kom út nú um dagarnar, og har sæst, at í fjør reið um snarið, úrslitið var smáar 100 tkr skeiva vegin eftir vinning í 2022 uppá 627 tkr.
Felagið hevur sjey ár á baki, okkurt ár hava tølini verið grøn men tey flestu árini hava tey verið reyð, og samanumtikið hevur úrslitið hesi árini verið hall uppá 2,7 mió kr, sum eisini sæst aftur í eginpeninginum sum nú er negativur við 1,8 mió kr.
Í fjør hendi tað, at bruttovinningurin minkaði samstundis sum starvsfólka- og aðrar útreiðslur vuksu, tí gekk tað, sum tað gekk.
Jákup Súni Berg er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo