Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Í dag hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan verið á seinastu vitjan saman við brasilianska matvørumyndugleikanum MAPA í hesum umfari.
Brasilianski matvørumynduleikin MAPA er umboðaður av tveimum djóralæknum, sum hava verið í Føroyum síðani mánadagin 17. juni.
- Endamálið við hesi vitjan er at kanna um Heilsufrøðiliga starvsstovan kann vera góðkend sum skikkaður myndugleiki í mun til útflutning av fiskavørum til Brasil.
- Hesar seinastu 10 dagarnar hava vit verið runt á ymiskum virkjum, umboðandi ta fiskaframleiðslu, Heilsufrøðiliga starvsstovan varðar av. Skráin fyri eftirlitsvitjanina í Føroyum fevndi um fiskiskip, landingarmiðstøðir, flakavirki, saltfiskavirkir, pelagiskt virki og laksavirki.
- Vitjanirnar hava gingið væl. Virkini hava tikið væl ímóti, og sera dugnalig fólk hava víst runt og greitt frá framleiðsluni á virkjunum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur greitt frá eftirlitsarbeiði, lóggávu og øðrum viðkomandi viðurskiftum, sum brasilianski matvørumynduleikin MAPA hevur tørv á at skoða.
Endafundur, har tikið verður saman um vitjanina verður í morgin 26. juni. Um tveir mánaðir verður endaliga frágreiðingin og niðurstøða frá brasilianska matvørumyndugleikanum, MAPA, send Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
- Tá niðurstøðan er móttikin fáa vit at vita grundarlagið fyri at útflyta fiskavørur til Brasil, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo