Byggifyritøkan Articon hevði góðar 29 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við smáar 25 mió kr í 2022. Sama tíðarskeið vaks sølan úr 489 mió kr til 659 mió kr.
Leiðslan sigur í frágreiðingini, at virksemið vaks sum væntað munandi og vøksturin í umsetninginum vaks nógv meira enn roknað var við. Úrslitið var heldur betri enn væntað, og leiðslan er nøgd eftir umstøðunum, sum sagt verður.
Um framtíðina verður sagt, at útlitini eru rímuliga góð. Avbjóðingar eru, eitt nú við at fáa skikkaða arbeiðsmegi, men sum heild verður roknað við heldur størri virksemi og betri úrsliti í ár enn í fjør.
Articon rindaði 163 mió kr í lønum í fjør og partafelagsskatturin var nærum 7 mió kr.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 394 mió kr og eginognin var 126 mió kr.
Jón Sigurdsson er stjóri í Articon, Niclas Joensen er fíggjarstjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo