Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hóast nettosølan vaks úr 332 til 347 mió kr, so minkaði úrslitið hjá Vónini úr 41 mió í 2022 til 38 mió í fjør. Orsøkin er fyrst og fremst, at framleiðslukostnaðirnir vuksu, sæst í roknskapinum sum nú er almennur. Tað gav hóast alt framgongd í bruttovinninginum uppá smáar 4 mió kr, men starvsfólkakostnaðirnir vuksu við 7 mió kr og endaðu á 59 mió kr í fjør. Eisini útreiðslurnar til rentur vuksu eitt vet, og tí gjørdist úrslitið eitt vet verri í fjør enn fyrraárið.

Vónin hevur fleiri dóttirfeløg uttanlands, og úrslitið av kapitalpørtum var góðar 11 mió kr í fjør, eitt kvink betri enn árið fyri.

Vónin hevur íslendskar eigarar, og teir tóku 22,4 mió kr úr felagnum í fjør.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 373 mió kr. Eginognin var 252 mió kr.

Hjalmar Petersen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo