Formula: - Vit eru fegin um at kunngera, at Formula hevur fingið heiðurin sum ársins samstarvsfelagi hjá Sophos fyri 2024. Heiður varð handaður á samkomu í Manchester.
- Heiðurin er givin tí Formula er at meta sum eina av fremstu nettrygdarveitarum, ið bjóðar sínum kundum víðfevnandi KT trygdarloysnir.
- Formula hevur víst einastandandi avrik á norðurlendska marknaðinum, umframt framúr kundanøgdsemi og KT tryggleika.
- Sophos er heimsleiðari innan nettrygd tá umræður KT, og bjóðar eitt breitt úrval av vørum og tænastum til at verja fyritøkur og brúkarar móti nethóttanum.
- Formula er ein Platinum samstarvsfelagi hjá Sophos og hevur soleiðis hægsta samstarvsstig, við bestu fyrimunum og atgongd til nýggjastu trygdartøkni.
-Sophos Security Provider er ein frálíkur samstarvsfelagi, og saman kunna vit kunnu bjóða kundum tær bestu trygdarloysnirnar í vinnuni, sigur Eyðun Thorsvig deildarleiðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo