Hagstovan: Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í mai, sum svaraði til 285 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 209 fulltíðararbeiðsleysum.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í mai vóru 319 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 82 fleiri enn í mai í fjør.
Minni arbeiðsloysi millum kvinnur
Í mai vóru 167 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 1,0 prosent. Hetta er 0,3 prosentstig hægri enn í sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 0,8 prosent ella 118 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,1 prosentstig hægri samanborið við mai í fjør.
Arbeiðsloysið størst í Suðuroyar øki
Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í mai var arbeiðsloysið størst í Suðuroyar øki við 2,8 prosentum. í Sandoyar øki var arbeiðsloysið minst við 0,2 prosentum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo